Tunnusláttur

Seinnapartin í dag (leygardag 17.02.07) skipaðu froskmenn fyri tunnuslátri í bátahavnini í Fuglafirði.

12  froskmenn úr Fuglafirði og úr grannalagnum komu saman í dag fyri at hugna sær við tunnuslátri. Byrja varð kl 14.00 at buka trivaligu og sterku tunnuna sum hekk í landingarkrananum.
Kl 15.45 kundi tunnan ikki halda meira til harða ágangin. Kattakongurin varð funnin.
Ella varð hann tað?

Í  knappar 2 tímar varð tunnan bukað. Veðrið var gott tað mesta av tíðuni og áskoðararnir fingu sær prát á kaikantinum, men so kom eitt æl, áskoðararnir funnu sær okkurt skýli, men tað nervaði ikki verðuligu luttakararnar. Tað er møguligt, at teir ikki gáðaðu um veðurbroytingina í teirra váta umhvørvi.

Eftir  lokið verk komu froskmennirnir upp onkrir klatraðu uppá kaikantin, men onkrir hildu fram við at undirhalda, og  vóru hivaðir upp.
Í hesum føri spældi Beinir, í krananum, teimum eitt puss. Teir orkaðu ikki at halda so leingi sum Beinir vildi, at teir skuldu.
Teir endaðu tí aftur í havinum táið kreftirnar gingu undan.

Her spæla teir eisini “hund”.
Um  tú hyggur gjølla, so hevur ein av froskmonnunum hongt seg uppí beinini hjá Pól. Sterkur er hann, men her gingu  reftirnar undan, og báðir endaðu aftur á sjónum.

Órudd varð væl og virðiliga tikið uppá kaikantin, onkur nýtti eisini høvi til at fylgja við táið hiva varð upp.

Eitt  konubrot varð millum hesar høru hálsarnar. Hon strýddist eisini til síðsta mann. Hennara partur lá ikki eftur. At hava gassa í hond á sjónum í 2 tímar krevur sanniliga “sín mann”.

Í  byrjanini settu vit spurnaðartekin við um hvør kattakongurin varð. Teir vóru 2 sum slerdu í senn, tí varð lutakast millum Janus og Pól. Janus vann, og skuldi tí spulast. Her er hann í trongum skóm, og Pól stendur og eygleiðir við einum skálkabrosi. Hann sleppur turrskøddur til húsa í ár.

Ein heitur supputalerkur bíðaði táið froskmennirnir komu uppá turt. Her hevur Mr. Dive okkurt at siga luttakarunum.

Eg bleiv ikki spulaður í ár. Í suppubilinum var eisini okkurt annað til matna.

Øll tit sum luttóku:
Takk fyri dagin!

 

[17.02.2007 – Jóhan Heri Joensen]