Hugnakvøld í Mentanarhúsinum

Felagið Kvøldsetusamtakið skipaði fyri einum hugnakvøldið í Mentanarhúsinum í gjárkvøldið 23. mars. Tøkk skulu tit, sum skipaðu fyri, hava fyri tykkara arbeiði, sum gjørt verður av berum áhuga.

Av røttum kann sigast, at vit sum møtt vóru fingu eina sera hugnaliga løtu saman við tykkum sum framførdu.

At vit í Fuglafirði hava fólk sum skil hava fyri tónleiki, havi eg leingi vita.  Eg helt eisini, at eg visti nøkunlunda hvør spældi uppá hvat og hvør ið hevði røddina at syngja – men tað spretta alsamt spírar upp úr væl tæðari jørð.

At Pól Jacob Breiðaskarð var ein snillingur við harmonikuni visti eg ikki, men vit sum møtt vóru høvdu næstan hug at fara uppá gólvið táið hann og Evert borreiddu við góðum tónleiki, sum fekk tað at kitla undir yljunum, sjálvt hjá tilkomnum fólki.

Eftir at Pól Jacob og Evert høvdu hugnað um hjá okkum í umleið ein hálvan tíma., komu Niels og Petur Jakup (Lylli) á  pallin og sungu vísur, eftir Evert Taube, sum Niels hegnisliga hevði umsett og tillagað til føroysk viðurskifti.

Táið Niels og Lylli eru á palli, so hevur Kingo eisini pláss við teirra lið. Tvey Kingoløg sungu teir.

Kingosálmaløgini eru sjáldsom at hoyra í dag. Spurningurin er eisini, um tað ikki eru síðstu spírarnar sum enn halda seg uppi.

Eru Kingosálmaløgini søga táið hesir báðir, og songrøddirnar í Tjørnuvík, leggja frá sær? Ja,  tað vil tíðin vísa, men tað er mangt sum bendir á, at so er.

Í vetur hava nakrir menn í missiónshúsinum Thabor tikið seg saman, og eru byrjaðir við  einum mannskórið, við Poul Jacob Lundsbjerg (harmonikusnillingi) sum leiðara.

Mannskórið sang nakrar andaligar sangir, og Margeir Toftegaard hevði nøkur andalig orð við á vegnum.

Kórið er enn ungt, sera góðar røddir eru ímillum, so spennandi verður at síggja hvat spyrst burturúr hesum kórið.

Tøkk skulu tit øll somul hava fyri eitt hugnaligt og gevandi kvøld.

 

[24.03.2007 – Jóhan Heri Joensen]