Lands polittiskt snævurskygni

Í sendingini “Heimabeitið” hjá Studio Pegasus í gjár, søgdu teir fýra borgarstjórarnir, í Klaksvík, Fuglafirði, Leirvík og Gøtu at teir als ikki vóru nøgdir við samtyktu løgtingslógina um sjálvbodna kommunusamanlegging

Brævið teir sendu landsstýrismanninum varð almannakunngjørt her á heimasíðuni týsdagin 3. oktober 2006, og vit hava leita tað fram aftur.

Borgarstjórarnir undirstrikaðu í sendingini at teir als ikki vóru nøgdir við lógina.

Vit endurgeva úr brævinum sum varð sent landsstýrinum.

Undirritaðu borgarstjórar taka undir við, at landsstýri og løgting áseta karmar fyri kommunala bygnaðinum í framtíðini, soleiðis at henda tilgongd fer fram undir skipaðum viðurskiftum.

Tó er umráðandi, at tær lógir og reglur, sum settar verða í gildi, ikki eru ov avmarkandi í mun til sjálvræðið og frælsið hjá fólkavaldu kommunustýrunum at skipa seg best møguliga í mun til møguleikarnar, har kommunustýrini fyrst og fremst eiga at hava í huga, hvat er gagnligast fyri borgaran.

Her meta undirritaðu, at fyriliggjandi lógaruppskot í ov lítlan mun tekur atlit fyri teimum samfelagsligu broytingum, sum eitt nú undirsjóvartunlarnir hava elvt til, og teimum nýggju møguleikum, sum liggja í hesum.

Ein avleiðing av hesum lógaruppskoti er, at Klaksvíkar, Leirvíkar, Gøtu og Fuglafjarðar kommunur missa tann møguleika, tær hava í dag, at samstarva sínamillum, hóast ferðasambandið teirra millum sum kunnugt við Norðoyatunlinum er munandi betrað.

Hetta er sjálvandi sera óheppið fyri øki okkara, tí sum kunnugt er frammanundan eitt ávíst samstarv tvørtur um Leirvíksfjørð, eitt samstarv, sum væntandi fer at økjast í framtíðini, nú fast vegasamband er millum Norðoyggjar og Eysturoy.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður m.a. sagt, “at eindirnar mega verða skipaðar á tann hátt, at tær hava fyrilit fyri ferðamynstrinum hjá íbúgvunum við atliti at bústaði og arbeiði, og hvat miðstaðarøki lættast er at koma til hjá borgarunum, bæði í almennum og privatum ørindum teirra”. Tað eru so stórar broytingar farnar fram á hesum øki, at vit í dag ikki vita, hvussu samferðslumynstrið millum Norðoyggjar og Eysturoy fer at mennast. Tí er umráðandi, at frælsið hjá
kommununum at velja samstørv verður varðveitt, til frama fyri framburð í økinum.

Enn er sjálvandi ilt at siga, hvussu tann kommunali bygnaðurin í hesum øki verður í framtíðini – tað kann bert tíðin vísa – men undir øllum umstøðum er tað óheppið, um landsmyndugleikin frammanundan leggur forðingar inn, soleiðis at ein nátúrlig menning og tillaging kann fara fram.
Undirritaðu borgarstjórar vilja við hesum fyrstu viðmerkingum heita á landsstýri og løgting um at hava hesi viðurskifti í huga, nú umrøðan og viðgerðin av hesum máli fer í gongd. Gøtugjógv tann 3. oktober 2006

Fuglafjarðar Kommuna, Sigurð S. Simonsen borgarstjóri

Gøtu Kommuna, Hans Mourits Foldbo borgarstjóri

Leirvíkar Kommuna, Fríðgerð Heinesen borgarstjóri

Klaksvíkar Kommuna, Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri

 

[07.05.2007 – Jóhan Heri Joensen]