Synergi skipaði leygardagin fyri skeiði um kritiskan journalistikk á Hotel Hafnia. Í hesum sambandi høvdu fjølmiðlafólkini møguleika fyrst at innstilla og síðani at kjósa ársins journalist.Sambært Synergi verður prísurin Ársins Journalistur verður latin einum fjølmiðlafólki, sum í serligan mun hevur víst initiativ og talent senasta árið.
Innstillað vórðu fýra starvsfólk úr útvarpinum og eitt av Dimmalætting: Dagmar Joensen Næs, útvarpið Høgni Djurhuus, útvarpið Jón Brian Hvidtfeldt, útvarpið Óluvá Zachariasen, útvarpið Jan Lamhauge, Dimmalætting
– Eg havi verðins bestu starvsfelagar og eitt sera gott arbeiðspláss. Tí eiga tey eisini heiðurin fyri, at eg er kosin ársins journalistur, segði Jón Brian Hvidtfeldt, tá Eyðgerð Mørkøre, forkvinna í Føroya Blaðmannafelag hevði handað honum heiðurin –eina karikaturtekning, sum Janus Guttesen hevði teknað.
Jón Brian Hvidtfeldt varð útbúgving journalistur á Danmaks Journalisthøjskole í 2004. Síðan tá hevur hann starvast í útvarpinum. Í praktikktíðini var hann eisini í útvaprinum og á Sosialinum.
Jón Brian Hvidtfeldt segði, at tað hvønn dag er stuttligt at koma til arbeiðis í útvarpinum. Umframt at takka øllum starvsfeløgunum, so fekk Dánjal Højgaard, sum seinast varð kosin ársins journalistur, eina serstaka tøkk frá honum fyri stuðul og lærdóm.
– Eg havi rokkið setningin, eg setti mær, tá eg fóru undir at útbúgva meg sum journalist, hóast lønin ikki er nakað at reypa av, segði hann.
[07.05.2007 – Jóhan Heri Joensen]