Ætlað bygda og býráðslimir í: Klaksvík, Leirvík, Gøtu og Fuglafirði, at góðtaka, at verða drignar eftir hárinum av einum snævurskygdum sumbingi.
Her má seinasta orðið ikki verða sagt, um menn og kvinnur eru at sær komin.
Minnist til: Val er í hondum.
Eiga vit ikki at velja meira skilagóð fólk á lógting?
Havi tikið mær loyvið til at seta viðmerkingar til orðini hjá landsstýrismanninum.
Les víðari, hvussu landsstýrismaðurin forhánisliga viðger okkum við einum pennastrokið.
Eysturoyggin og Norðoyggjar hvør sín kommuna
Landsstýrismaðurin í Innlendsimálum sær Eysturoynna og norðoyggjar sum hvør sína kommunu
–
Eg havi sæð brævið har borgarstjórarnir í Fuglafirði, Leirvík, Gøtu og Klaksvík mæltu til at teir kundu fara inn í eitt samstarv.
– Men brævið bleiv ikki tikið til eftirtektar hóast tað eisini var viðgjørt í løgtingsnevndunum, sum høvdu við málið at gera.
– Man (hvør er tað sum eitur man) metti, út frá teimum álitum, sum eru skrivaði í hesum málinum, at norðoyggjar var eitt natúrligt økið við Klaksvíkini sum miðdepli.
–
Ein kommuna í norðoyggjum er passalig stødd soleiðis at kommunan kann yvirtaka tað sum ætlanin er at leggja út til kommunurnar. Í tilmælinum er Eysturoyggin ein kommuna uttan Eiði og tað sum hoyrir til Sunda kommunu.
–
Eg dugið at síggja at við Norðoyatunnilinum vera møguleikar at samstarva tvørtur um Leirvíksfjøð men í verkið hevur hetta samstarvið higartil verið sera avmarka.
– Høvdu borgarstjórarnir verið so altráðir eftir at samstarvað so hevði kanska meiri verið komið av skaftið, men nú fáa vit at síggja hvat framtíðin fer at bera.
(Negativi holdningurin í hesum setningi sigur sera nógv um hugburðin hjá landsstýrismanninum.)
– Sjálvandi ber tað til at broyta lógina – men eg trúgi ikki tað verður gjørt í nærmastu framtíð.Kunnu ikki samstarva :
Landsstýrismaðurin í Innlendismálum slær fast at lógin gevur ikki kommununum møguleika at hava formligt samstarv.
(Hettar sigur sitandi landsstýrismaður, vónandi er komandi landsstýrismaður meira víðskygdur.)
–
Teir kunnu sjálvandi framvegis keypa tænastur frá hvørjum øðrum, men lógin er greið at kommunurnar kunnu ikki hava formligt samstarv tvørtur um Leirvíksfjørð.
(Sumbiar Idioti)
– Eg haldið at lógin fer at stimbra samanleggingina av kommununum í Norðoyggjum.
– Tað er eingin ivi um at Norðoyggjar eigur at vera ein kommuna og Klaksvíkin er náttúrligur miðdepil.
(Jú, í hesum hevur tú rætt.)
–
Tað verður óivað truplari at leggja Eysturoyggina saman tí har er Runavík í øðrum endanum og Fuglafjørður í hinum og tær hava hug til at draga hvør sín veg.
Samanleggin er framtíðin.
(So avgjørt ikki). Tú kanst nýta Kollafjørð sum ræðsludømi.
Landsstýrismaðurin fegnast um samanleggingarnar.
–
Rákið gongur tann vegin at politikarar og fólk hugsað meira og meira um samstarv og við størri kommunalum eindum fáa vit eisini sterkari kommunur sum fara at umsita meira.
– Sjálvt um eystursíðan av eysturoynni kom upp í Norðoyggjar so hevði hendan kommunan ikki staði sterkari móti miðstaðarøkinum.
(Hvør sigur tað??????)
– Til tað skullu heilt aðrir bollar í suppuna, men fyrst mugu vit fáa Norðoyggjar saman í eina kommunu.
(Vónandi koma bollarnir hjá landsstýrismanninum seint uppá kók.)
Best um teir endaðu í frystiboksini.
[08.05.2007 – Jóhan Heri Joensen]