Um tveytíðina seinnapartin hendi ein álvarsom ferðsluvanlukka á Sandvíkarhjalla, tá tveir bilar rendu frontalt saman. Fýra fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið.
Tá vit hittu vakthavandi á politistøðini í Havn fyri løtu síðani, hevði hann ikki fingið yvirlit yvir støðuna. Men sum skilst hevur onkur av fólkunum fingið álvarsligan skaða.Politiið stongdi Kalbaksvegin og heitti á ferðsluna um at fara eftir oyggjarvegnum. Vegurin er nú opin aftur.
______________________________________________________
Tíverri so rakti henda ólukka okkara nærumhvørvi.
Ditleif og Rosa Eldevig lótu lív í hesi ólukku.
Vit drípa høvur saman við tykkum: systkjum, børnum, ommu og abbabørnum í hesi syndarligu vanlukku.
At missa foreldur, ommu og abba í einum, er ein tungur kostur, og vit hava samkenslu við tykkum.
Her á portalinum vilja vit lýsa frið yvir Ditleif og Rosu.
[27.05.2007 – Jóhan Heri Joensen]