Tokutám

Veðurgudarnir hava sanniliga verið blíðir í hesum mánaðinum.

Summarveðrið  hevur sett ferð á gróður, náttúran sprettur og letur seg í sín vakra summarbúna, børn og vaksin lívgast upp av heitu sólargeiðslunum.

Ein túrur úti í okkara fríðu náttúru er lekidómur fyri kropp og sál.

Ein vakran summardag er ofta hugaligt við bili at koma uppum Varmakeldueiði og síggja Fuglafjørð í kvøldarroðanum. Á hesi myndini sær vesturskyni enn á Húsafelli og Borgina, men tíverri hongur eitt sera óhugnaligt, tám yvir fólkinum sum her býr.

At samanlýkna Fuglafjørð við eitt gasskamar hettar vakra summarkvøld er óivað ikki langt av leið.

Ikki skuldi verið neyðugt við nógvum orðum afturat – myndirnar tala fyri seg.

 

[12.06.2007 – Jóhan Heri Joensen]