Ársaðalfundur

Ársaðalfundurin hjá Fuglafjarðar Sjónleikarafelag hevur verið í kvøld.

Fuglafjarðar Sjónleikarafelag er eigari av Mentanarhúsinum.

Skráin var tann vanliga:

1: Val av fundarstjóra.
2: Greitt verður frá virksemi felagsins.
3: Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar.
4: Val av nevn og tiltakslimum.
5: Val av grannskoðara.
6: Innkomin uppskot.
7: Ymiskt

1: Signar á Brúnni varð valdur til fundarstjóra, og sigast kann, at hann røkti hesa uppgávu til lítar.
2:
Til næsta ársaðalfund hevði verið ynskiligt um ein meira neyv og útgreinandi frágreiðing var givin. Ikki tí, einki er at finnast at tí frágreiðing sum givin varð, men ein neyvari hevði verið meira kærkomin.
3:
Roknskapurin varð framlagdur sera professionelt og frágreiðingarnar vóru so neyvar sum ynskjast kann. At hann so eisini var so positivur, var bert eitt pluss afturat. Frá einum undirskoti í 2005 uppá 202.000,- kr. til eitt yvirskot uppá 110.000,- má sigast at nú byrjar at ganga rætta vegin.
4: Val av nevnd og tiltakslimum.

_________________________________________________________________________

Gamla nevndin:
Leif Sleire, formaður
Hans Kristian Abrahamsen, næstformaður
Kristianna Jacobsen, kassameistari
Árant Berjastein
Per Christensen

Eykalimir:
Sunleyg Olsen
Kjartan Sleyre

Leif Sleire, Árant Berjastein,  Per Christensen og Kjartan Sleyre ynsktu um ikki at vera afturvaldir.
_________________________________________________________________________

Eftir fundin hevur nývalda nevndin skipað seg soleiðis:
Nýggja nevndin:
Hans Kristian Abrahamsen, formaður
Kristianna Jacobsen, næstformaður
Palli Vang, kassameistari
Rói Eliasen, skrivari
Sunleyg Olsen

Eykalimir:
Gutti Hansen
Birna Joensen
__________________________________________________________________________

5:
Val av grannskoðara. Eg minnist ikki til at hettar málið var uppi at venda, men tað kann vera, at eg var upptikin av øðrum tá.
6:

Einki uppskot var innkomið.
7:
Undir ymiskum var eitt lívligt kjak, men kjakið var sum heild positivt og samt var fundarfólkið um, at fráfarandi nevndin hevði rós uppiborið fyri eitt gott arbeiði.

Tað vóru ikki nógv fólk uppmøtt, men sigast kann, at eingin manglaði. Fundurin var siðiligur, tosað varð um mangt og hvat.
Sjálvsagt vóru onkrar atfinningar, men allar vóru siðiligar og væl grundaðar.
Eg minnist ikki til ein betri aðalfund hjá Fuglafjarðar Sjónleikarafelag, møtt vóru tey sum høvdu ein positivan áhuga fyri húsinum og nevndin kundi mannast uttan hóasták.

 

[14.06.2007 – Jóhan Heri Joensen]