Fornminni

Ein av døgunum kom eg fram við hesi OXFORD maskinuni.

Eitt fornminni í Guds fríðu náttúru.

Á Toftanesi liggja leivdirnar av eini av teimum fyrstu sláimaskinunum sum komu til landið í  50/60unum. Hesar maskinur vóru slóðbrótandi, sjálvt um tær í dag næstan kunnu sammetast við urtagarðsmaskinurnar.

Slitin er hon av tíðarinnar tonn. Ikki er brúk fyri hoyggj av hesum teigalendi í dag, bøðurin hevur ikki verið røktur í nógv ár, og maskinan hevur eisini givið upp.

 

[18.06.2007 – Jóhan Heri Joensen]