Mentanarleiðari

Á býráðsfundinum í kvøld 20. juni varð samtykt, at søkja eftir mentanarleiðara.

Mentanarleiðarin verður settur sum ein partur av býðrásfyrisitingini og skal arbeiða sum ein høgra hond fyri  mentanarstovnarnar í býnum.

Mentanarleiðarin verður ikki partur av leiðsluni í Mentanarhúsinum, men skal vera við til at styrkja um og hjálpa til at fáa enn fleiri tiltøk til býin.

Lýst verður í bløðunum eftir egnaðum persóni ein av fyrstu døgunum.

 

[20.06.2007 – Jóhan Heri Joensen]