Fuglafjarðar kommuna kann ikki nokta innlit í uppsøgn

Fuglafjarðar  kommuna kann ikki nokta at geva innlit og eigur tí at viðgera umsóknina av nýggjum, biður blaðstjórin um tað. Blaðstjórin bað ikki kommununa um upplýsingar um persónlig viðurskifti hjá frákoyrda havnarfútanum, men um umstøðurnar, sum gjørdu, at havnarfútin misti arbeiðið.

Umboðsmaðurin  sigur, at tað hevur ongan týdning fyri rættin til innlit, at talan er um eitt persónsmál, sum er viðgjørt fyri afturlatnum hurðum, og niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni er, at Fuglafjarðar kommuna kann ikki nokta at upplýsa, hví havnarfútin varð koyrdur úr starvi sínum.

 

[04.07.2007 – Jóhan Heri Joensen]