Positivt ella negativt?

15 juli skrivaðu vit eina grein her á síðuni um grindabýti og væntandi kunning.

Vit  fingu eitt sera hvassorðað skriv frá Fuglafjarðar kommunu um hesa grein, har sagt verður, at vit her á síðuni eru sera negativir og niðurbrótandi í skriving okkara. Ja, so negativir, at tey ikki høvdu hug at lesa greinarnar framyvir. Ein og hvør er tíbetur fríttstillaður til at lesa, tað sigur seg sjálvt, men eg gjørdist ikki sørt skakkur av hesi ábreiðslu, og helt tað ikki vera rætt at tiga hvassorðaða skrivið burtur.

Eg tók tí og kannaði allar 116 greinarnar, sum skrivaðar eru í hesum árinum, og metti um hvørjar av teimum møguliga høvdu okkurt negativt ella niðurbrótandi innihald.

Av teimum 116 fann eg 13 greinar sum, sartar sálir kunnu flokka í vandabólkin. Tíbetur eru tær 103 greinarnar, heilt greitt í tí positiva bólkinum.

Satt  at siga, so skilji eg ikki at polittikarar ella komunala umsitingin ikki tolir kritik. Sjálvur meti eg, at greinarnar eru sakligar, og taki fulla ábyrgd av hvørjum orðið sum skrivað er. At onkur er krittisk, er bert tekin um at vit liva í einum sunnum samfelag har orðið (við ábyrgd) er frítt.

Ein og hvør fyritøka ella kommuna, sum ikki javnan setur krittiskar spurningar til tað arbeiði sum gjørt verður, er á
fallandi fóti.

Tað er ikki sjálvrósin sum byggir upp, men tær krittisku viðmerkingarnar sum ynskja eitt enn betri úrslit.

Vit  hava eisini tikið greinar beinleiðis úr bløðunum, og her eru tað greinarnar úr Oyggjatíðindi sum kanska eru yvasamar, men tað kann bert tíðin vísa.

Er okkurt at gera viðmerking ella rætting til, so er einhvør (eisini polittikarar og fyrisiting) vælkomin at skriva inn. Alt
sum er borðbart verður fult og heilt tikið við og lagt á síðuna. Sjálvandi skal navn standa undir.

 

[22.07.2007 – Jóhan Heri Joensen]