Tøknin gongur framvegis við rúkandi ferð.
Tað sum í dag er nýtt, er partur av okkara dagligdegi um heilt fá ár. Alnótin er blivin okkara stóri vitanardepil har vit finna alt.
Google Earth hava vit nú kent í nøkur ár. Henda síðan mennist eins og aðrar, og nýtt kemur til.
Vit kunnu nú sjálvi geva okkara íkast til hesa áhugaverdu síðu.
Um tú “soomar” inná t.d. Fuglafjørð so eru nakrir litaðir blettir. Trýst á teir violettu, og tú verður víst/ur til alfrøðina Wikipedia sum greiðir frá um Fuglafjørð. Teir bláu eru til myndir sum brúkararnir sjálvir hava lagt inn. Higartil er bert ein um Fuglafjørð. Hesa mynd hevur webmaster á hesi síðu lagt inn av sínum egnu húsum í Fuglafirði. (Tað kann vera, at hann leingist heim aftur á klettarnar).
Nakrar myndir eru at síggjaí Leirvíksfirði og uppi í fjøllunum. Hesar eru lagdar inn av ferðafólki, og vísa hesi dømi eisini hvussu umráðandi tað er, at staðkent fólk gevur teir røttu upplýsningarnar.
Dømir um skeivar upplýsingar:
- Risin og Kellingin liggja sunnast í Leirvíksfirði
- Gøtudalur á Breiðaskarið
- Hellurnar liggja Millum Fjarða
Øll kunnu vit geva okkara ískoyti til hesa kunningarkeldu.
Vit kunnu hjálpa til, og rættleiða tey sum vælmeinandi hava lagt myndir út, men ikki á rætt stað.
Leinkja til at taka niður forritið Google Earth
Download
[02.09.2007 – Jóhan Heri Joensen]