Í dag er 15 mai.
Ternan kemur, sum seinasti ferðafuglur til landið og tjaldrið hevur fult reiður. Lembingin er við at verða avgreidd.
Ein av fyrstu døgunum verður seyðurin rikin av bønum. Summarið og ljósa tíðin er fyri framman.
Várið hevur higartil verið sera gott: turt og lýtt og sólin hevur eisini víst seg meira enn miðal ár.
Ternan hevur seinastu árini verið fyri einari støguari afturgongd. Tey sum hava ferðast úti í náttúruni hava verðuliga lagt merki til, at har áður varð avtikið við ternubølum eru bert fáar eftir. Hvør verðuliga orsøkin er vita vit ikki við vissu, men ein ávísur mistanki er til broytingina í veðurlagnum, og áfturgongd í tí føði ternan søkir sær.
Eisini er vert at leggja merki til, at ternubølini skifta eitt lítið sindur hvørt árið. Her halda granskarar grundina vera, at ternan hevur eina so langa leið at flúgva – frá sunnast á jarðarklótuni til norðast, at hon ikki megnar hesa flogrutu á hvørjum árið. Møguliga er tað ein bólkur av ternum sum eru her í ár og ein annar bólkur næsta árið. Við hesum ferðamynstri verður leiðin flogin í mesta lagi annað hvørt ár.
Í hesum tíðum er náttúran í stórari broyting, hvussu broytingin kemur at verða kunnu vit bert gita okkum til, og vit kunnu ikki annað enn fylgja við sum áskoðarar. Sjálvandi eftir tað, at vit hava gjørt okkara til at liviligt framvegis skal verða á jarðarklótuni hjá okkara eftirkomarum.
Tað vit kunnu gera er, at hugsað grønt, verjað náttúruna við tí sindrið vit kunnu. Sjálvt vit sum bert eru ein lítil brikkur í Norðuratlantshavinum, kunnu hjálpa til at bera hesa tíðandi byrðu.
[15.05.2008 – Jóhan Heri Joensen]