Frammi í fjølmiðlunum hevur verið, at ein fótbóltshøll skal byggjast í Skálafirði.
Kommunurnar í økinum eru sinnaðar at verða við, undantikið Gøtu (Leirvík) og Klaksvíkar kommunur.
Leirvíkar og Gøtu kommunur verða samanlagdar á nýggjárinum, so her skal roknast við at Leirvík verður ikki við. Tað er so avgjørt einki skeivt við at byggja eina høll, men tá eiga onnur viðurskifti í kommununi eisini at verða nøktandi.
Klaksvíkar og Gøtu kommunur vilja ikki verða við, tí tær seta aðrar prioriteringar í kommununi fram um hettar mál, og tí meta tær at peningurin verður betur nýttur á annan hátt.
Fuglafjarðar kommuna hevur viðtikið at vera við. Skrivið, um hettar mál, sum eg fekk frá Fuglafjarðar kommunu endurgevi eg her orðarætt:
_________________________________________________________
Vísandi til fyrispurning tygara, dagfestur 11. mei 2008 og samrøðu við undirritaða tann 13. mei 2008 um kommununar part av rakstrinum av fótbóltshøllini í Skálafirði, so verður víst til upprit frá SP/F Virkisráðgeving, dagfest 12 mei 2008 um hesi viðurskifti, har á blaðsíðu 4 stendur, at tilskilað verður, at kommunurnar ikki eru heftar av rakstrinum av høllini. Sostatt hevur kommunan bert tikið avgerð um at verða við í sínum parti av íløguni kr. 1.560.000,00 at rinda yvir 15 ár.
Peningur kr. 105.000,00 varð avsettur á fíggjarætlan kommununar fyri 2007, meðan á somu konto sæst eingin upphædd verða avsett í 2008.
_________________________________________________________
Sambært hesum skrivið so bindur kommunan seg at gjalda 105.000,00 kr um árið fyri íløguna. Um raksturin stendur, at kommunan ongan leiklut hevur.
At vaksið fólk skal vera so naivt, og billa sær inn, at hinar kommunurnar fara at taka sær av rakstrinum og vit bert skulu verða bundin av íløguni.
Tíðin skal bert ganga, býráð skifta, og málið verður tá óivað tikið fram aftur. Tit kunnu sjálvi gita, hvør ið kemur at sita eftur við Svartaperi. Fleiri eru dømini um viðtikin mál, sum verða broytt av eftirfylgjandi býráðið.
Hvussu er ikki við ítróttarhøllini á Kambsdali (einki skeivt við tí). Men sama gjaldsmynstur fer óiva eisini at verða galdandi fyri fótbóltshøllina, alt annað eru bert ynskidreymar, sum hvørva sum morgundøgg fyri sólini.
Verðuleikin er vist tann, at vit skulu síggja framm til eina árliga útreiðslu uppá c.a 105.000,00 kr. fyri íløguna, og í minsta lagi 100.000,00 kr. fyri rakstur + eitt brúkaragjald frá feløgunum fyri hvørja ferð høllin verður nýtt.
Samlað í minsta lagi 200.000,00 kr. um árið + brúkaragjald frá feløgunum.
Eru øll viðurskifti í kommununi so væl røkt, at vit saktans kunnu fara út um bøgarðarnar at flotta okkum ??
Er henda íløga skilagóð – er borgarin nøgdur við hesa avgerð ??
[20.05.2008 – Jóhan Heri Joensen]