Grót fyri allar pengarnar

 

 

 

Í eitt ár hevur tað ikki verið møguligt at koma til Fuglafjarðar, ella fara úr býnum, uttan tú hevur verið noyddur at  yvirhála eina røð av lastbilum, sum í fastari rutu hava flutt grót av Lambareiði.

Hesar báðar myndirnar vísa, tað grót sum flutt er til í dag.

Tað mesta liggur á 30 metra dýpi

Her  vil eg fyrst av øllum gera vart við, at eg ikki havi biðið um innlit í hesum málið, støða er tikin í tí sum tosað verður um manna millum. Eg havi ikki søkt um innlit av tveimum grundum.a: Fyrst tí eg haldi, at fyrisitingin hjá Fuglafjarðar kommunu hevur annað at gera, enn at leita ymisk pappír fram fyri meg.
b:
Onnur grundin er: um eg gevi skeivar upplýsingar, so eru tey sum vita betur meira enn vælkomin at rættað uppá mistøkini. Rættleiðingin skal tá koma her á síðuna orðarætt endurgivin.

Býráðið má sigastat verða gróthart, tí í eitt ár hava teir megnað at flutt grót fyri 20 milliónir frá Lambareiði til Fuglafjarðar.

Endamálið er at skaffað eitt økið til Vónina at arbeiða trol á. Fylt verður út á einum dýpi sum er 30m. djúpt.
Hvat skal hettar dýpið brúkast til ???

Satt at siga so tori eg ikki at roknað ferðmetraprísin út. Hann er í øllum førum óhugnaliga høgur. Gullgøtan hjá Borg er “peanuts” samanborið við hettar projekt.

Endaligi prísurin fyri hesa verkætlan sigst fara at verða meira enn 40 milliónir kr.

Er hettar ein skilagóð íløga, ella eri eg ov snævurskygdur til at fylgja við ??
Hvar aðrastaðni í kommununi kundi hesin peningur annars komið væl við ??

 

[21.05.2008 – Jóhan Heri Joensen]