Mánakvøldið 19. mai spældi Rúni Hentze av Kambsdali við í Konsertini í Tivoli.Hann vann kappingina og talentpremiuna á 10.000,- kr.
Í skúlanum situr Rúni eisini á fyrsta beinki, og smæðist heldur ikki við at koma við síni meining. Altíð siðiligur og hampiligur, men fastar meiningar.
12 apríl var Rúni við í Klassisku Tónleikakappingini sum Berlingske Tidende skipaði fyri. Kappingin var í Det kgl. Danske Musikkonservatorium.
Í hesi kapping luttóku 107 evnaríkir unglingar. Børnini vóru í aldrinum 7 – 16 ár. Á tónleikakappingini í apríl vann Rúni 1. virðisløn. Av hesum 107 blivu 11 tey bestu úttikin til konsertina í Tivoli nú seinasta mánakvøld.
Aftur mánakvøldið skaraði Rúni framúr. Eftir at 5 strangir dómarar høvdu tingast um avrikini vann Rúni Talentpremiuna og 10.000,- kr.
Rúni byrjaði at fáa undirvísing í trompetspæli sum 8 ára gamal, hann hevur eisini verið fastur trompetleikari í Fuglafjarðar Hornorkestur. Rúni er í dag 13 ár og gongur í 7. flokki í Fuglafjarðar skúla.
Rúni vit ynskja tær til lukku við heiðrinum.
Vit eru stolt av tær.
[22.05.2008 – Jóhan Heri Joensen]