Fyrst vil eg takka Sigurd Simonsen fyri rættleiðingar í tí skrivi, sum vit løgdu á síðuna í gjár leygardagin 24 mai.Okkurt
er rætt, men eisini er annað sum kann síggjast frá 2 síðum, tað veldst eisini um eygað sum sær, og hvat og hvussu tað vil síggja.
1: Fundarskipanin
Jarðarkeyp skal viðgerast fyri stongdum hurðum. Jú, rætt hevur tú í hesum. Henda áseting var sett í fundarskipanina ár 2001. Eg minnist ikki til nakað jarðarkeyp í býráðssetuni, eftir at henda áseting var komin í fundarskipanina, tí hevði eg gloymt, at hettar nú stendur í viðtøkunum. Gert tú ongan feil so gert tú ov lítið. Eg viðgangi, at viðtøkurnar í dag siga: at jarðarkeyp skal viðgerast fyri stongdum hurðum. Fyri henda feil biði eg um umbering.
Men, hetta broytir einki uppá okursprísin frá eini fyritøku, sum longu hevði avgjørt at seta seym í hurðina.
2: Sjálvt keypið:
Tann lesarin, sum ikki hyggur gjølla kann skjótt fara villur tá ið hann lesur sundurgreiningina hjá borgmeistaranum. Uppsetingin er soleiðis háttað, at ein skjótt kann halda, at her er talan um meira enn 1008 fermetrar, men so er ikki.
Keyptir eru 1008 fermetrar asfalterað og stoypt. Bygningurin er í metingini hjá okkum eisini mettur yvaleysa høgt.
Prísur ca. 1.700,00 kr. fermeturin,hetta er veruleikin við ongum uttanumtosið.
3:Hvat húsið skal brúkast til:
Ungdómshús: At bygningurin skal brúkast til ungdómshús, visti eg ikki. Við hesi kunning eru gitingarnar í býnum um, hvat húsið skal brúkast til, gjørdar til skammar, men vit fáa at síggja, um so verður. Ein blikkskúr til ungdómshús? Ungdómurin má vera sera góður at fáast við, um teir karmarnir eru nøktandi. Eg helt, at vit áttu Føroya besta ungdómshús, hví ikki brúka tað?
Handilsbygning: Tað eru ikki meira enn 2 ár síðani, at ein býráðslimur fekk loyvi til at steðga eini bygging av handilshøli omaná komunalu ognini – kappróðraneystið. Hetta varð gjørt fyri at verja egin áhugamál, so býráðið má óivað hava broytt hugburð síðani tá. Tað sær annars út til, at býráðið er heldur seint á sjóvarfallinum, nú gongdin er, at fyritøkur steingja og ríma úr býnum.
Hotel: Á Skálafjørðinum er tað ikki lønandi at dríva hotellvirksemi, men kanska eru vit dugnaligari enn teir?
Ráðhús (býráðshús): Ráðhús frammprioriterað, samstundis sum skúlabørnini flýggja undan soppi, úr Føroya vánaligasta barnaskúla (bygningi).
___________________________________________
Eg ætlaði eisini at gera viðmerkingar til keypið av bygninginum heimi á sandinum í 2000. Av tí at tað er so langt síðani, og eg ikki minnist smálutirnar í tí málinum, so havi eg biðið um innlit av nýggjum, men fyrisitingin hevur ikki tíð at avgreiða tað fyrrenn týsdagin. Eg góðtaki eisini, at fyrisitingin ikki loypir á leistum, fyri tað um eg biði um nøkur skjøl.
Frá týsdegnum og vikuna út eri eg sjálvur ikki heima og rokni ikki við at eg komi at hava stundir til at skriva her á síðuni.
Tá tíð verður til tað, um ca. eina viku, skal eg gera viðmerkingar til keypið heimi á sandinum.
____________________________________________
Hetta verður eisini í fyrsta umfari seinasta skriv frá mínari síðu, har eg finnist at kommunalum avgerðum. (men skrivið um bygningin heimi á sandinum kemur tó um ca. eina viku)
Søgan endurtekur seg: fyribilsloysnirnar í 80unum og 90unum eru aftur yvir okkum.
Endamálið við hesi røð av atfinngum var at varpa ljós á pjøssingina av Fuglafjarðar skúla. Pjøssingin sum heilt víst enn einaferð kemur at steðga menningini av skúlaviðurskiftunum í Fuglafirði, men eg eri bangin fyri, at danska orðatakið verður veruleiki aftur hesa ferð:
Mod dumhed kæmper selv Guderne forgæves.
[25.05.2008 – Jóhan Heri Joensen]