Goliath vísti kreftir

Forline 1 komið av aftur

Um 5 tíðina var Goliath á Fuglafirði. Táið hann setti á stóð ikki á at fáa skipið leyst av grótkastinum

Thor í Hósvík eigur Sleipibátin Goliath, og var tað eisini hann sum loysti uppgávuna til fullnar. Goliath hevur eitt pelatrekk uppá 17 tons, so tað munar táið hann setur á.

Til samanberingar kann nevnast at Pilot hevur bert eitt pelatrekk uppá 3,6 tons. Sagt verður annars, at skipið bert hevur fingið smávegis løstir

Her er Goliath við at gera arbeiði liðugt, so skipið kann liggja trygt og gott.

Bjargingarbáturin Ziska úr Klaksvík veitti eisini eina hjálpandi hond.

Pilot var við til at toga skipið at bryggju

Her varð meiningin av fyrstantíð at leggjast skuldi at.


Við lítlum løsti á gronuni, er endiliga komið til bryggju

Síðsta hond verður lagt á hjálpararbeiðið.

 

[23.08.2008 – Jóhan Heri Joensen]