Heimasíðan hjá ÚF ber i kvøld tíðindir sum burdu fløva eitt sindur.
Sagt verður, at møguliga verða baði fiskavirking í Fuglafirði og í Miðvági latin uppaftur.
Forkvinnann í Fuglafjarðar Arbeiðskvinnufelag, Margretha Rasmussen, fegnast, tí hesi bæði virkini hava sera stóran týdning fyri fólk í hesum báðum økjunum. 35 fólk arbeiddu á fiskavirking í Fuglafirði og 70 fólk arbeiddu á fiskavirking í Miðvági, áðrenn virksemi helt uppat í ávíkavist juni og juli og fólkini blivu uppsøgd.
Faroe Seafood virkar í løtuni fisk í Havn, Vestmanna, Runavík, Tofum og í Vági. Richard Mortensen sigur, at nevndin í Faroe Seafood hevur øll hesi fimm virkini við í síni heildarætlan og at tað liggur ikki í kortunum at leggja virksemi niður á nøkrum av teimum.
Tað er gott at forkvinnan fegnast, tí virkið í Fuglafirði er eitt gott virkið sum saktans kann sammetast við tey sum í løtuni eru virkin, men trupuleikin er, at fuglfirðingar hava ikki eitt orð at siga táið ástendur, tí tað eru avstaðarfyritøkur sum avgera lagnu okkara.
[02.09.2008 – Jóhan Heri Joensen]