Røða í samband við at standmynd av Victor Danielsen varð avdúkað í Fuglafirði
Háttvirda samkoma”Gud eg tær tøkk og prís vil veita,At tú mær gavst at kenna teg!Eg eftir ljósi havi leitað,
Á lívsins tóma, turra veg;
Men einki ljós mítt eyga sá,
Fyrr enn tað, Gud, fekk teg at sjá!”
Soleiðis ljóðar fyrsta ørindi í einum av mongu sálmum Victors. Eitt ørindi, ið í stuttum samanfatar lívið hjá tí andliga hugsjónarmanni, mentunarmanni og trúboðara, sum allar Føroyar heiðra her í Fuglafirði í dag. Victor Danielsen leitaði, fann, boðaði og skapaði so nógv, at fáur nakrantíð man vera førur fyri at gera honum tað eftir.
Tað var her í Fuglafirði, at tann 34 ára gamli Victor Danielsen í 1928 valdi at seta búgv. Hann hevði tá longu starvast sum ein av virknastu trúboðarum Brøðrasamkomunnar í eini 12 ár, og var kendur um allar Føroyar. Og tað var her í Fuglafirði, at Victor Danielsen andaðist í 1961, 67 ára gamal.
Eftir seg hevði hann tá lagt ein ríkan andaligan, mentunarligan og málsligan arv, sum Fuglafjørður í dag takkar honum fyri við vakrari og sermerktari standmynd, ið fremsti myndahøggari okkara Hans Pauli Olsen hevur skapað.
Eg vil Føroya vegna og landsstýrisins vegna hjartaliga takka Fuglafjarðar Kommunu eins og øllum tykkum, ið hava tikið stig til at reisa henda minnisvarða yvir Victor Danielsen trúboðara, bíbliutýðara, rithøvund og sálmaskald.
Tað eru slíkir varðar, ið skulu minna okkum á, at vit hava fingið ein andaligan og mentunarligan arv í varðveitslu, og at eisini vit hava skyldu til at leggja okkara klípi í varðan, Varðan, ið vísir á veg.
“Mangt er undarligt” eru fyrstu orðini í kendum ørindi í yrking hjá einum øðrum av tjóðarskøldum okkara. Hesi orð runnu fram fyri meg í gjár, tá ið eg, stutt eftir at hava átikið mær starvið sum landsstýriskvinna í mentamálum, fekk eina áheitan um at fara til Fuglafjarðar at halda røðu til heiðurs fyri Victor Danielsen, sála.
Eitt av størstu avrikum hjá undanmanni mínum Jógvani á Lakjuni, virkin limur í Brøðrasamkomuni og abbasonur Victors, mundi vera at yvirtaka fólkakirkjuna. Og tað frøðist eg um, saman við flest øllum føroyingum. Og mítt fyrsta avrik er at flyta fram røðu í sambandi við, at standmynd eftir Victor Danielsen verður avdúkað. Eg haldi, at júst hetta prógvar,
at bæði kirkjan og Brøðrasamkoman hava stóra virðing fyri hvørjum øðrum og hava nógv at geva hvørjum øðrum.
Victor Danielsen var ein ótroyttiligur og gløðandi prætikumaður, ið brúkti alt sítt lív at boða Guds orð, og at koma á tal við tað vanliga fólkið kring alt landið.
Eg síggi í dag á fyrsta sinni standmyndina, og eg haldi, at eg kann siga, at hon framúr væl lýsir henda kropsveika men andliga sterka mann, sum hevði eini evni at treingja inn í innstu loynikrókar manna. Harumframt lýsir standmyndin megina í tí skrivaða orðinum.
Victor Danielsen ríkaði mentunararvin við nærum 900 sálmum og sangum, tveimum uppruna skaldsøgum, hópin av týddum bókmentum – og síðst men ikki minst við føroyskari týðing av Nýggja testamenti í 1937 og síðani føroyskari
týðing av allari bíbliuni í 1949. Og alt hetta skrivaði hann á vøkrum, løttum og ljómandi føroyskum.
Um málbúnan í bíbliuumseting hansara, skrivar presturin og málfrøðingurin Elsa Funding millum annað, at:
“Við hugsjón síni um at gera eina lætta týðing útinti Victor Danielsen í 1937 tað, sum bíbliutýðarar í eitt nú Onglandi, USA og Norðurlondum frá 1960-árunum og frameftir hava sæð tørvin á og framt í verki.”
Sum kunnugt stríddust føroyingar fyrru helvt av seinastu øld fyri at vinna føroyska málinum frama í kirkju og í skúla. Einki er at ivast í, at persónsmenskur sum Victor Danielsen og avrik hansara at týða bæði bíbliuna og nýggja testamenti, áttu ein týðandi lut í, at tað loksins í 1939 við kongligari fyriskipan varð givið loyvi til at nýta føroyskt mál, og ikki bert danskt, við vanligar gudstænastur.
Tað eru sostatt bert 69 ár síðani, at tað var loyvt at boða Guds orð á føroyskum í kirkjuni. Og sjálvt eftir hetta, mundu tað vera mong, ið framvegis hildu tað vera gudsspottandi at hoyra prætiku á føroyskum.
Bókmentaligu avrik Victors bera prógv um, at hann alla sína tíð virkaði fyri tí talaða málinum hjá fólkinum.
Pól F, sáli og skald – ið annars ikki var so sera samdur við Victor Danielsen um mangt – megnaði at samanfata eftirmæli Victors við hesum orðum, ið tola at vera endurtikin:
Hin fremsti í víngarði Harrans tú var
og bjargaði sálum úr vanda
eingin er maður í mansins stað
– so djúpt tíni fótaspor standa.
Eitt stórmenni, apostul og skald
við tær av fold er farið,
tú bíbil og sálmabók føroyingum gav,
tær verða tín minnisvarði.
Victor Danielsen vígdi sítt lív til tað, sum hjarta hansara brann fyri. Og hann spurdi ikki eftir, hvør lønin mundi fara at verða. Tað var hetta ósjálvsókni, ið gjørdi hann til úrmæling fram um onnur, og sum gav honum megi at geva bæði trúarlívi, máli, mentan og andslívi so nógv, at minni hans kemur at liva í øldir. Slíkur mentunararvur er prógv um, at
menniskjað livir ei av breyði eina. Andaligu og mentunarligu virðini eiga eisini lívið í okkum.
Fyri nøkrum árum síðan fingu tær almennu Føroyar stórfingna gávu frá børnunum hjá Victori Danielsen. Handritini til bíbliutýðing hansara. Tey eru latin Føroya landsbókasavni í varðveitslu, soleiðis at almenningurin lættari kann hava atgongd til teirra. Hesum eru vit familjuni sera takksom fyri.
Tað er mín vón, at standmyndin umframt at heiðra Victor Danielsen og avrik hansara, verður ein varandi áminning á okkum, og á tey, ið koma, at taka lívsins uppgávu í álvara og at fylgja síni hjartans sannføring – eisini tá ið tað kostar.
Victor Danielsen er eitt sjáldsama lýsandi fyridømi.
Takk fyri, at tit lýddu á.
Helena Dam á Neystabø, landstýriskvinna