Røða borgarstjórans i samband við avdúking av standmyndini yvir mentamannin Victor Danielsen sunnudagin tann 28. september 2008 kl 14.00.
Tað er mær ein heiður at taka av áheitan tvkkara i standmyndanevndini og mentamálanevnd býráðsins, um at avdúka standmyndina av Victori Danielsen.Áðrenn tað verður gjørt, vil eg fegin siga nøkur fá orð i sambandi við hetta høvið.
Tað vil so vera, at í okkara lítla oyggjalandi, eins og í øðrum londum, hava niður gjøgnum tiðirnar, búleikast kvinnur og menn, sum á ymiskan hátt, hvør á sínum móti, hava skarðað framúr og gjørt slóðbrótandi verk landi og fólki at frama,
Soleiðis gjørdi hetta seg galdandi í tí mentanarliga økinum eisini. Okkara móðurmál hevði sera rong kor og varð komið nær gravarbakkanum, Jens Chr. Svabo, ið var á kanningarferð í øroyum í 1781-82 skrivar í sínum “Inberetninger”, millum annað: “Man finder nu om stunder ntet Dokument skrevet på Færøsk, heller ikke forstår nogen, at bogstavere det sprog, der nu tales, så det kunne læses af andre”.
Hesin vánaligi standur móðurmálsins stóð við, líka til stórmenni i føroyskari málreising V.U,Hammersheimb i árinum 1846 legði lunnar undir móðurmál okkara, og gav sínum landsmonnum tað føroyska skriftmálið, hetta málið hann segði um: ” et så dyrebart og helligt klenodie som modersmålet må være dem”.
Nú okkara egna tungumál loksins varð vorðið til skriftmál, ráddi um at brúka, røkja og menna tað. Og tað var júst tað, sum hendi, tá ið næsta ættarliðið við Jákupi Dahl, prósti og Victori Danielsen, trúboðara i fremstu røð løgdu til brots.
Samtíðin og eftirtíðin hevur givið hesum báðum tað skotsmál, at teir vórðu sannir móðurmálsins urtagarðsmenn. Báðir virkaðu teir í tí kristiliga jørðildinum, har tað er so umráðandi, at gleðibodskapurin og alt ráð Guds verður boðað og kunngjørt fólkinum á teirra egna máli bæði i skrift og talu.
Tað eydnaðist eisini at geva føroyingum Bíbliuna, enntá i tveimum ymiskum týðingum.
Bíblian í Victor Danielsens týðing kom út i 1949 og Biblia Dahls og Viderøs kom út í 1961. Hesi megnar avrik hava havt ein ómetaligan týdning fyri føroyska fólkið, samstundis sum tann føroyski málskatturin við hesum báðum týðingunum fekk ein stóran vinning og varð lyftur upp á hægri grund.
Umframt bíbliutýðing var Victor Danielsen óvanliga virkin innan sang- og. sálmayrking og týðing. Í 1920 gevur hann út saman við Jens av Reyni fyrstu føroysku sálmabókina. I hesi vóru 85 sálmar – allir á føroyskum máli, 32 ár seinni kemur seinasta av fleiri sangbókum, ið Victor var við at geva út.
Tað var tann stóra “Songbók Guds fólks”, ið Nýggja Forlagið í Fuglafirði gav út í 1952. Henda bók hevði ikki færri enn 1125 sálmar og sangir.
Hargaskaldið mikla Pól F. sigur i ørindi i yrking, hann skrivaði, tá ið Victor Danielsen andaðist í 1961:
Eitt stórmenni, apostul og skald
Við tær av fold er farið,
Tú Bibil og sálmabók føroyingum gav,
Tær verða tín minnisvarði.
Í dag skulu vit so avdúka standmynd av mentamanninum og trúboðaranum Victori Danielsen.
Ongin ivi er um, at hjá Victori mundi tað vera eins og hjá Paulus apostul, at sá fram ímóti ti Himmalsku lønini. Men Bíblian sigur eisini, at ið læra og tala Guds orð, eiga tvífaldaðan heiður longu her á
Eg vil tí til seinast takka Fuglafjarðar býráð fyri hetta átak at sýna einum av okkara føðilandssynum og bygdamanni okkara Victori Danielsen henda heiður at reisa hesa standmynd her I Karvatoftum i Fuglafirði.
Takk fyri