Zacharis Zachariassen

Fyrilestur sum Zacharis Zachariassen helt í Mentanarhúsinum eftir at standmyndin av Victor Danielsen varð avdúkað.

 

Ikki ber til at bíða eftir Bíbliuni-  Victor legði seg eftir at nýta eitt smidligt mál, sum lá nærri talimálinum og var lættfatiligt hjá bæði teimum eldru og børnunum og gott at lesa og skilja, segði Zacharias. Zachariassen í einum fyrilestri, tá  standmyndin av Victori Danielsen varð avdúkað í Fuglafirði næstseinasta sunnudag. Í hesum blaðnum kemur seinni partur av fyrilestrinum. Fyrri partur varð prentaður seinasta vikuskiftiðTað vóru fleiri orsøkir til, at Victor Danielsen fór undir at týða Skriftirnar. Fyrst, tí tað gingu so mong ár at bíða eftir øllum Nýggja Testamenti hjá Dahl, fyri ikki at tala um Gamla Testamenti og alla Bíbliuna. Victor nevnir í hesum sambandi ein mann, ið helt fyri við seg: “Ikki ber til at bíða eftir Bíbliuni í ein heilan mansaldur!” Tað fyrsta, ið Victor Danielsen týddi av Nýggja Testamenti – sum eina roynd – var Galatiabrævið, sum enn ikki var komið út í týðing Dahls, tá ið Victor fór undir at týða tað. Tað kom út í 1931. Henda roynd Victors var so væl fagnað, at brøður stuðlaðu honum til at halda fram við at týða alt Nýggja Testamenti. Hetta fór hann undir á vári 1934 og var týðingin longu liðug tíðliga í 1937. Nýggja Testamenti í týðing Victor Danielsens kom sostatt út 30. mars 1937, tríggjar vikur áðrenn týðing Jákup Dahls. Ein onnur orsøk til, at Victor fór undir at týða, var tað føroyska
málið. Rótføroyska týðing Dahls tóktist ov forn og torskild hjá tí fólkinum, við tað at ein stórur partur av føroyingum ongantíð lært føroyskt. Danskt var hitt almenna málið og føroyskt var og avlagað eftir fleiri hundrað ára danska ávirkan. Tí legði seg eftir at nýta eitt smidligt mál, sum lá nærri talimálinum og lættfatiligt hjá bæði teimum eldru og børnunum og gott at lesa og Soleiðis var støðan í 1937. Nú áttu vit tvær týðingar av Nýggja men ikki Gamla Testamenti. Tískil fór Victor beinan vegin at týða restina av Bíbliuni. Tað var ikki smávegis tak at fara í við. Hann byrjaði hetta arbeiði í mars mánaði 1937, sama mánaði, Hitt Nýggja Testamentið var komið út, og hann var liðugur við Gamla longu í mai 1939. Sonur Victor, Dánjal, sum tá bert var 16 gamal, skrivaði handritið til alla Bíbliuna á skrivimaskinu. Tað tilsamans meira enn 3000 ørk. So var farið undir fyrireikingar til fáa Bíbliuna prentaða. Í sambandi við rættlestur og aðrar týðandi vóru nógvir góðir menn, sum stóðu Victori við lið. Millum var ein, sum gjørdi eitt megnararbeiði, ið lítið hevur verið at um, og tað var Jens av Reyni. Meðan Victor tókst við tað andliga tók Jens av Reyni sær av tí handliga og brævaskiftinum við pappírsvirki og aðrar fyritøkur til tess at fáa Bíbliuna prentaða og innbundna.

Byrjað verður at fyrireika prenting í Noregi  
Á  sumri í 1939 fekk Jens av Reyni fatur á norsku prentsmiðjuni, Grøndahl Søn í Oslo, sum átók sær at prenta Bíbliuna á føroyskum. Farið undir at seta tekstin um nýggjársleitið í 1940. Handrit og vórðu send postvegis við skipi millum londini. Arbeiðið helt hóast seinni heimsbardagi longu var brostin á og postsambandið Føroyar og Norra varð darvað. Men fleiri rættlestrar vórðu og einar 200 síður av Bíbliuni settar, tá ið Norra og Danmark hersett av týskinum í apríl í 1940. Tá steðgaði alt samband millum og onkrir rættlestrar komu ongantíð vegin fram. Hetta kom illa hjá Victori og hinum, tí nú sá myrkt út, at Bíblian á føroyskum fór koma út snarliga. Men soleiðis vildi Harrin tað, og á henda hátt lagaði Hann tað soleiðis, at tá ið vit endiliga fingu Bíbliuna í 1948, fingu vit hana á nógv betri føroyskum máli, enn, um hon hevði verið
prentað í Norra undir krígnum. Tað, sum hendi undir heimsbardaganum, meðan Føroyar vóru avskornar frá umheiminum, var at føroyska málið mentist og broyttist nógv til tað betra og hugburðurin í fólkinum broyttist og bøttist munandi mótvegis føroyska málinum og øllum føroyskum. Tá ið so kríggið var av, skilti Victor, at neyðugt var at bøta málið í týðingini og gera málsligar tillagingar. Hetta var eitt stórarbeiði, men tað mátti gerast. Talan var kortini ikki um eina nýggja týðing, sum onkur vil vera við. Eftir heimsbardagan varð samarbeiðið tikið upp aftur við Grøndahl & Søn í Oslo, men teir søgdu, at teir megnaðu ikki at prenta føroysku Bíbliuna innan tey fyrstu 3 árini, og tá vórðu føroyingarnir ikki hugaðir longur at halda fram við arbeiðinum í Norra. Soleiðis helt tað samarbeiðið uppat.

Farið verður undir fyrireikingar til prenting í Føroyum
Hetta  gjørdi, at Jens av Reyni nú útvegaði sær egna prentsmiðju í Havn, nevnd Bókaprent. Hann keypti setimaskinu úr Amerika og brúkta prentimaskinu úr Onglandi, alt við tí fyri eyga, burturav at fáa Bíbliuna prentaða. Sjálvur stríddist hann av øllum alvi at fáa fatur á pappíri í Danmark og Norra og ymsastaðni í Bretlandi. Indiapappír var tað torførasta at framvega, men við tógvið stríð eydnaðist honum at enda at fáa nóg mikið indiapappír til 2000 Bíbliur og vanligt  íbliupappír til 3000.

Setingin, prentingin og innbinding av Bíbliuni  
Kønir  menn innan prentlistina siga, at í teirra verð var tað óðamannaverk at fara undir at prenta Bíbliuna í Føroyum, so stutta tíð eftir kríggið og við so vánaligu tólum, teir høvdu til hetta kravmikla arbeiði. Tað hevði nóg illa latið seg gjørt í dag! Men tað læt seg gera! Og tað má sigast at vera eitt bragd! Setararnir og prentararnir gjørdu, við hjálp Harrans, tað ómøguliga møguligt! Setingin varð liðug um ólavsøkuleitið í 1948 og prentingin fór fram á heysti 1948 og á vári 1949. Men Jens av Reyni upplivdi hetta tíanverri ikki, tí í juni mánað 1948 tók Harrin hann, mitt í arbeiðinum, heim til Sín, bert 62 ára gamal. Torført var at fáa Bíbliuna innbundna, við tað at skinn, leður og annað tilfar til innbindingar var so avmarkað og nærum ómøguligt at framvega. Men nakað varð falsað, heft og seymað hjá Herluf Arnason í Havn og síðani alt sent
við “Barjamu” til Skotlands til innbindingar. 50 Bíbliur vórðu fullfíggjaðar í 1948, men alment kom Bíblian ikki út fyrrenn 19. mars 1949.

Ein stórur dagur
Hetta var ein stórur  dagur. Petur Háberg helt fyri, at “hetta var ein søguligur dagur fyri Føroya fólk: Bíblian á føroyskum lá á borðinum, liðugt prentað og vakurt innbundin” og „tá áttu øll landsins merki at verðið vundin “í húnar hátt”!” Olaf Joensen, av Viðareiði, tók soleiðis til: “Vit høvdu ta stóru gleði og upplivdu henda mikla dag, tá vit stóðu við føroyskari
bíbliu í hondini. Hesin livandi veruleiki gjørdi mangan mann og manga kvinnu heit um hjartað, og í tilhaldum teirra rættvísu var mikil fagnaður og frøi.” Ja, mong kendu tað eins og Per uppi í Toft í Søldarfirði, tá ið hann fyrstu ferð helt føroysku Bíbliuni í hondini. Hann kroysti hana inn at barminum og takkaði rørdur Gudi fyri, at nú áttu vit hana á móðurmálinum.

Offurviljin var stórur
Hetta  megnarverk hevði ongantíð sæð dagsins ljós, um trúgvandi fólk og samkomur í Føroyum ikki sjálvboðin høvdu stuðlað hesum góða tiltaki so dyggiliga. Innsavningar høvdu verið líka frá 1939, og arbeiðið varð fullført uttan almennan stuðul og aðrar hættir at savna pening inn. Kostnaðurin lá um 225.000 krónur, sum vóru nógvir pengar í 1949. Bíblian
varð send øllum teimum føroysku bløðunum til ummælis, somuleiðis útlendskum bløðum og stovnum, eitt nú Danska-, Skotska-, Bretska og Útlendska- og Amerikanska Bíbliufelagnum.

Ummælini í føroysku bløðunum
Føroysku  bløðini skrivaðu øll yvirhøvur góð ummæli. Dimmalætting, Dagblaðið, 14. September, Tingakrossur, Sosialurin og Føroyatíðindi skrivaðu vøkur orð. Eitt nú sigur G.L Samuelsen, blaðstjóri á Dimmalætting: “Til ummælis hava vit fingið sendandi frá “Hinum føroyska Bíbliugrunninum” eitt eintak av fullfíggjaðari Bíbliu á føroyskum máli, umsett av Victor
Danielsen, missioneri, og prentað á indiapappír av Bókaprent í Tórshavn, innbundin í skinn í Onglandi… … umsetarin hevur farið varisliga um tað málsliga og lagt dent á ikki at gera málið so fornt, at tað misskilst… … sjálvt umsetingararbeiðið stendur sum eitt stórt málsligt dygdarverk hjá einum manni, sum sjálvur hevur vunnið sær fyrisetningarnar til, at hetta risaumsetingarverk kundi fáast í lag. … undir teimum umstøðum, føroyskar prentsmiðjur vanliga noyðast at arbeiða undir, er hetta eitt merkisverk.”

Einstaklingar skriva
Líggjas  Húsgarð, bóndi, í Syðrugøtu skrivaði: “….Tað hevur í øllum londum verið ein merkishending, tá ið Bíblian hevur komið út á landsins egna máli. Vit, eitt fólk so fáment og ungt, og tó so gamalt og fráskilað fólkum, hava fingið bíbliuna, áðrenn vit hava fingið fólkafrælsi, júst eitt mannaminni aftan á, at menn settu sær til máls at fáa móðurmálið til heiður og æru í hesum landi og at fáa føroyingar at ganga fram í øllum lutum. Við bíbliuumsetingini hevur Victor Danielsen avrikað eitt verk, sum føroyingar kunnu vera stoltir av; við hesum verki er hann komin mitt inn ímillum hitt føroyska fólkið. Hann hevur givið Føroya fólki ein skatt, sum bara tann kann geva, ið hevur góðsku til fólkið og ta søk, sum hann arbeiðir fyri…. Hin heilaga skriftin hevur fingið ein málbúna so fagran og fríðan. Við teimum evnum, sum Victor Danielsen hevur, tora
vit at líta á, at føroyingar hava fingið eina góða bíbliuumseting…. Tað má vera ein heiðurssøk at hava hina føroysku bíbliuna í heimi sínum. Arbeiðið er snotuligt og væl úr hondum greitt…” Gudmund Bruun, prestur skrivaði: “Tað er mær ein gleði, at Føroya fólk nú hevur fingið bíbliuna alla á móðurmálinum. … Ofta er málið gott, og tað hevur eydnast V. D.
væl at finna góð føroysk orð og orðafelli.. Vit hava orsøk til at takka fyri, at V.D. fór undir hetta starvið og var so áhaldin, at verkið er lokið…” Tórarinn Evensen skrivaði: “Hetta er størsta bókliga verk, ið er avrikað í Føroyum, og tá ið ein hugsar um, at bíblian altíð hevur verið ein aðalstuðul undir siðmenningini í kristnum londum, og eisini um tann ómetaliga málsliga týdning tað hevur, at bókin er til á móðurmálinum, so er ikki at ivast í, at bíðað hevur verið eftir henni í ótolni, síðan tað frættist, at hon var í umbúna…” Heiðursgáva Mentanargrunnur Føroya Løgtings gav Victor Danielsen heiðursgávu. Á fundi 4. august 1950 vórðu hesi orð feld niður í gerðabók grunnsins: “Eftir uppskoti frá formanni
grunsins varð samtykt, soleiðis sum longu hevur verið havt á máli, at veita Victor Danielsen í Fuglafirði kr. 3000, – sum heiðursløn fyri hansara starv, føroyskum andslívi til frama: Bíbliuumseting, sálmar og týðing av virðismiklum bókum. Richard Long, P.M. Dam og Jóhan Poulsen

Atfinningar og álop  
Men  tað vóru ikki bara rósandi og vøkur orð, ið Victor Danielsen og bíbliutýðing hansara fekk. Atfinningar kundu altíð væntast, og natúrligt var, tá ið talan er um eitt so stórt verk sum alla Bíbliuna, at saman við ummælunum var eisini eitt og annað, sum lærdir menn høvdu at fílast á. Í fleiri førum høvdu teir ivaleyst rætt, og sjálvur tók Victor undir við einum og øðrum, teir søgdu. Men tá ið álop vórðu gjørd á bíbliutýðingina, og niðursetandi og vanvirðisliga varð skrivað um
týðaran og týðingina, so varð ovboðið! Eg skal í hesum sambandi ikki endurgeva nakað av blaðkjakinum, ið tók seg upp. Skrivingin byrjaði móti jólum í 1951 og helt fram út á várið og summarið 1952. Hørð orð vórðu skrivað frá báðum pørtum. Eg skal bert nevna, at ikki fyrrenn ivaspurningar vórðu settir fram um trúvirði og rættleika føroysku Bíbliunnar og møguleikan at steðga henni, tók Victor Danielsen sjálvur til pennin.

Viðurkenningin av Bíbliuni
Hóast  alla hesa mótstøðu má sigast, at Bíblian kom sigrandi gjøgnum eldroyndina, reið stormin av og hevur verið til ómetaliga signing fyri Føroyaøðrum fólk. Hon er aftur og aftur prentað í nýggjum uppløgum og støddum. Tilsamans er hon, síðani hon kom út, prentað í umleið 50.000 eintøkum. Umframt tann veldiga andaliga týdning, ið Bíblian hevur havt
her heima á landi, hevur hon havt ómetaliga stóran týdning fyri føroyska málið. Hans Jákup Debes, prefessari sigur: “Í tjóðskaparligum sambandi kom (brøðrarørslan) at virka undirskundandi í spurninginum at nýta føroyskt sum heilagt mál… brøðrasamkoman fór nógv fyrr enn fólkakirkjan at virka á móðurmálinum og kanska gjørdi sítt til, at kirkjan sum stovnur gav eftir í málspurninginum.”

Endi  
Til  endans skal eg siga, at vit tilbiðja ikki menniskju, men okkum er álagt at geva teimum heiður, sum heiður eru verd, og at elstar og góðir fyristøðumenn “skulu verða hildnir tvífaldan heiður verdir, mest teir, sum arbeiða í talu og læru” (1. Tim. 5, 17). Ein slíkur var Victor Danielsen! Men sjálvur hevði hann, sum tann eyðmjúki maður hann var, ikki hildið seg verið verdan tann heiður, ið sýndur er honum í dag! Tí vil eg vegna brøðrasamkomurnar í Føroyum takka Fuglafjarðar býráði,
mentanarnevndini, standmyndanevndini og øllum fuglfirðingum fyri minnisvarðan, tit hava reist gudsmanninum og hinum, á sinni, sjálvum øðrum, av føroyingum kosna 20.aldarinnnar rithøvunda, Victor Danielsen tilheiðurs