Á síðuni hava vit eina Gestabók har fólk hava møguleikan at siga teirra meining.
Flestu innleggini hava verið sera positiv, ikki minst hava útisetarnir verið glaðir fyri týðindi og myndir úr Fuglafirði.
Seinasta innleggið kom frá einum ”huldufólkið”, einum sum ikki torir at seta navn undir egnar meiningar.
Óivað var tað greinin um bátahylin, sum setti eld í afturpartin.
Viðkomandi kemur við orðatakinum ”Betri er hjálpandi hond enn spillandi tunga” og leggur meg undir at døma sitandi býráð sum ein ”Maffia”. Hettar er at leggja mær orð í munnin, sum eg ongantíð havi sagt.
Tað kann vera at viðkomandi heldur vil hava, at vit øll skulu tiga, og lata samfelagið koyra uttan viðmerkingar.
Ein hjálpandi hond: Er tað ein sum situr hendur í favn og bert hyggur at – ella er tað hondin sum tekur fatt í har ábøtur eiga at gerast??
Eitt samfelag við ongum kritikki er á fallandi fóti.
Jú víst havi eg borið fram kritikk móti sitandi býráði, men allur kritikkur hevur verið sakligur og grundaður á verðuleikan. Eisini eru býráðslimir og onnur meira enn vælkomin við sakligum mótargumentum – sum vit við gleði leggja út á síðuna.
Verðuliga uppbyggjandi er kritikkur, táið tann ella tey sum kritiserað verða, hava møguleikan at verja seg.
Standmyndin av Victor Danielsen verður av órøttum blanda uppí her. Rætt hevur tú: Eg var við í hesum tiltaki, men um gjørt varð sum eg vildi so varð standmyndin avdúkað fyri 3 árum síðani. Hví hon skuldi útsetast til ein mánaða undan valinum, er í øllum førum ikki mín skuld.
Góða ”Huldufólk” vís á hvar eg havi borið fram kritik sum ikki er væl og virðiliga undirbygdur og borin fram á røttum staðið, við navni undir. Meinar tú verðuliga, at vit bert skulu sita sum hjálparleysir apukattar og hyggja at – er tað ikki rættari at bera fram kritik sum møguliga kann verða tikin til eftirtektar táið nýggjar avgerðir skulu takast.
Eg sat í býráðnum í 8 ár og bleiv ikki valdur innaftur seinast – tað hevur tú rætt í – men tá nýtti eg eisini mín rætt at hava egnar meiningar og standa við míni orð, eg fekk tískil eisini sera nógv av skafti, á mentunar og almanna økinum. Síðsta ítøkiliga dømi er Victor Danielsen, sum ikki fyrrenn nú bleiv verðuleiki.
At eg ikki verið valdur innaftur hevur tú óivað rætt í. Eg havið ikki enn tikið avgerð um at stilla uppaftur – um Javnaðarflokkurin í heila tikið kemur við nøkrum lista í ár er enn ikki avgjørt. Men eg gevi tær rætt, táið eg ikki kundi verða valdur seinast við teimum avrikum sum eg tá kundi vísa á, so er trupult at síggja møguleika fyri at vera valdur í dag.
Hvussu verður ella ikki – so heldur hesin portalur fram.
Býráðsval stendur fyri framman og øll eru valkomin við innleggum til portalin – treytin er tó at orðavalið skal verða borðbart. Og sjálvandi so er minstamark, at navn stendur undir. Vælkomið er: Rós og kritikkur.
Vit her á heimasíðuni fara, inn ímillum, sjálvir at koma við onkrari krittiskari grein, sum sitandi býráðslimir vónandi fara at verja, og sum møguliga verður tikin til eftirtektar av komandi býráðið.
NB:
Gestabókin er ikki ætlað til. Tjak og greinar. Send okkum tykkara – innlegg – meining við telduposti. Ella gev mær tað hondskrivað. Vit leggja tað so út á síðuna, sum serstaka grein.
Prísur: 0,00 kr.
[05.10.2008 – Jóhan Heri Joensen]