Vetur

 Veturin kom við kulda og kava………

Jú satt er,  hann er tíðliga á okkum í ár. Í dag er kavi, nógvur vindur og kalt. Fólk er lítið uttandura og djórini leita sær eftir lívd – óivað eisini í bólinum uttanfyri Breiðá.

Myndin av akkerinum er tó frá einum, meira fríðarligum, vetrardegi fyri 2 árum síðani.

Hesar báar gomlu myndirnar frá 1899 eru eisini frá einum vetrardegi. Stórur møguleiki er fyri, at tað er sami persónur sum hevur tikið báðar myndirnar, møguliga sama dag. Myndatól varð so sanniliga ikki hvørs manns ogn tá á døgum. Hesar myndir eru sera góðar í allar mátar. Myndirnar eru tveir av mongu søguligu dýrgripum sum lýsa Fuglafjørð.

Eg eri greiður yvir, at fleiri, gamlar myndir við almennum áhuga, finnast í mongum heimum.

Vit  hava áður søkt eftir gomlum myndum at leggja í myndasavn okkara, so at fleiri kunnu fáa gleði av teimum – nakrar hava vit fingið, men vit kundu hugsað okkum enn fleiri. Vit leggja Coppyright stemplið á myndirnar í myndasavninum.

Copi av myndunum kunnu sendast við telduposti – ella avtala verður gjørd, og eg komið og avritið myndirnar.

Á  hesi myndini kunnu vit tíðuliga síggja grótgarðarnar sum gyrða inni gerðini á Gjógvarálandinum. Tað er júst í hesi tíðini at vanligi føroyingurin bleiv frælsur. Hann fekk gerið til kúnna,  og sluppin liggur á fjørðinum og bíðar eftir várinum, so leggjast kann aftur til havs at fiska.

Ognarloysingurin hevur nú nakað at liva av, og kann eisini seta fót undir egið borð – giftast og stovna familiu.

Sjálvt um hønurnar ganga í túninum, áleið har sum gamla bakaríið stendur, so er møguliga kalt henda vetrardag,
Inni er heitt, men bert í einum rúmi, roykstovuni ella køkinum. Á grúgvuni brendi torvið sum skorið varð ímillum Íslandstúrarnar  í mai mánaða, .

Í  dag hava vit tað heitt í øllum húsinum, og hugsað møguliga alt ov lítið um tann skaða,  vit gera á møguleikarnar hjá komandi ættarliðum.

 

[28.10.2008 – Jóhan Heri Joensen]