Vindmyllur

Á  býráðsfundinum hósdagin 6. november varð, “Reglugerð fyri uppsetan av vindmyllum til húsbrúks” , samtykt eisini at galda fyri Fuglafjarðar kommunu

Nakað  er fráliðið síðan fyrstu fyrispurningarnir um vindmyllum til húsbrúk vórðu settir, men viðgerðin hevur verið útsett, av tí at ongin reglugerð hevur verið á økinum.

Felags reglugerð er nú komin frá  Kommunusamskipan Føroya, har Fuglafjarðar kommuna er limur. Í reglugerðini verður víst á, at kommunan sum byggivald, kann regulera uppseting av vindmyllum sum byggimál, og harumframt kann  kommunan, sum umhvørvismyndugleiki, tryggja, at umhvørvisreglurnar verða virdar.

Reglugerðin  inniheldur annars nágreinilig krøv til sjálva mylluna og eitt nú frástøður til grannamark. Harumframt verður mint á, at møguligur skaði á persónar ella annan mans ogn kann viðføra endurgjaldsábyrgd fyri eigaran.

 

[07.11.2008 – Jóhan Heri Joensen]