Kvøldskúlaskeið í Mentanarhúsinum

Nú verður farið undir tvey spennandi kvøldskúlaskeið í Mentanarhúsinum.
Hóskvøld kl. 19-21.30
leggja vit út við einum góðum dansiskeiði fyri framhaldsdeildina og eldri.

Tað  er ikki neyðugt at hava gingið til dans fyrr. Vit leggja okkum fyrst og fremst eftir at læra vanligar dansir, sum eru góðir at duga á einum dansigólvið, og talan kann eisini blíva um linedans um áhugi er fyri tí. Lærarar verða Áshild og Bjarni Kjærbo, sum eisini hava frálæru í Klaksvík og hava havt dansiskeið fyri næmingum á framhaldsdeildini í
Fuglafirði. So kundi tú hugsa tær at duga (enn betur) at dansa, átti tú at melda teg til hjá Áshild á tlf. 265442

Í vár ferð Tjóðpallurin at skipa fyri vikuskiftisskeiðum í drama og sjónleiki.
Hetta  er eisini í kvøldskúlahøpi. Skráin er ikki heilt fastløgd enn og fer partvíst at verða lagað eftir áhuganum hjá skeiðsluttakarunum. Tað er sjónleikarin Birita Mohr, sum fer at standa fyri hesum skeiðunum. Kundi tú hugsa tær at luttikið, er bara at skunda sær at melda teg til á tlf. 234950, sum er nummarið hjá Mentanarhúsinum.

 

[28.01.2009 – Jóhan Heri Joensen]