Føroysk Trælist í Ribarhúsi

Í hesum døgum hevur Ole Jakob Nielsen, framsýning við listahandverki í Ribarhúsi í Fuglafirði.

Hetta er framsýning av dreyaðum lutum, nógv ymisk íløt og tær eyðkendu ertunnu lampurnar, har ljósið ger viðin so livandi.

Allir lutirnir eru gjørdir úr føroyskum viði.

Ole  Jakob Nielsen hevur síðani fyrst í 90’unum gjørt tað til sítt høvuðsmál bert at arbeiða við viði frá trøum, sum eru vaksin í Føroyum. Av serligu vindviðurskiftunum og tí vit ikki hava kaldar vetrar, vaksa trø ørvísi í Føroyum og gera tí viðin áhugaverdan at arbeiða í. Ole Jakob sigur, at avbjóðingin er at finna tað, sum liggur í hvørjum træ. Viðurin er ikki lýtaleysur og tað er áhugavert at gera lutir, sum fáa ein skeivleika í einum viðarkubba til at verða ein fyrimun. Ein stórur
ójavnur kvistur kann verða til eitt satt listarverk í sær sjálvum, tá hann verður undir ein millimetur tunnur og ljós verður sett gjøgnum hann.

Ole Jakob hevur fingið fleiri áheitanir um at sýna fram í Ribarhúsið,  en at enda bar so til. Framsýningarhølið har er sera væl egna til at sýna fram trælutirnar. Ribarhús í sær sjálvum er eitt stað, um aðrir býir í landinum kunnu øvunda  fuglfirðingum. Heimavirkishandilin við øllum sínum sjálvbodnu eldsálum ger húsið livandi og drívandi.

Framsýningin er opin frá 27. januar til 5. mars, tá húsið er opið.

 

[30.01.2009 – Jóhan Heri Joensen]