Leingi hevur verið droymt um at sjónleikurin skuldi fara at liva aftur í Fuglafirði og í Mentanarhúsinum.
Frits Johannesen hevur í fleiri ár syrgt fyri at barnasjónleikur hevur verið í húsinum, og hesum heldur hann lukkutíð áfram við. Men Fuglafjarðar Sjónleikarfelag hevur eisini ynskt at møguleiki var fyri at ganga til drama og møguliga seta upp sjónleik í Mentanarhúsinum, so húsið framhaldandi verður brúkt til tað, tað upprunaliga var ætlað til. Tað er óført at Klaksvíkar Sjónleikarfelag og Tjóðpallurin framføra leikir her, men uppaftur stuttligari hevði verið um eisini lokalar kreftir
oftari stóðu á pallinum.
Tí verður nú farið undir eitt dramaskeið í Mentanarhúsinum í samstarvi við Tjóðpalli Føroya og Kvøldskúlanum. Skeiðið vendir sær til ung og vaksin.Á skeiðnum verður arbeitt við drama og sjónleiki. Birita Mohr fer at standa fyri skeiðnum, og
skeiðsluttakararnir eru tí í góðum, kønum hondum!
Fyrst fara vit at arbeiða við dramavenjingum, sum eru “portrið” inn til sjónleikin.
Vit gera upphitingar og spøl, sum gera okkum trygg við hvønn annað, og hjálpa okkum til at tora betur at brúka okkum sjálvi og at samskifta við hini á holdinum.
Vit fara at arbeiða við røddini og kroppinum, sum eru tey týdningarmestu arbeiðstólini, tá man skal spæla sjónleik.
Vit fara at arbeiða við teksti, sjónleiki og sangi, sum vit, um vit ynskja tað, hava møgleika fyri at framføra í Mentanarhúsinum.
Tíð:
Vikuskiftini
- 14. -15. febr. / 28. febr.- 1. mars/ 7. – 8. mars/ 14. – 15. mars/
- 21. – 22. mars/ 28. – 29. mars.
- Kl. 14 – 17(evt. 18) báðar dagarnar
Undirvísari: Birita Mohr, sjónleikari
Tilmelding er neyðug: Ring á tlf. 234950 ella send eitt sms
[10.02.2009 – Jóhan Heri Joensen]