Ikki kann annað sigast, at við nýggja neystinum hevur kappróðurin í Fuglafirði fingið stak góðar umstøður. Eftir grækarismessuhaldið í Fuglafirði, bjóðaði kappróðrarfelgið fólki norður í nýggja neystið, sum er 116 fermetrar til støddar.
Síðani á sumrið 2007 hava nakrir mans arbeitt við innrættingini. Arbeitt hevur verið hvønn týsdag frá 19.00 – 22.00 og leygardagar frá 8.00 – uml. kl. 13.00. Tað hava einir tíggju mans verið knýttir at arbeiðnum og í miðal hava teir verið um
fýra hvørja ferðina. Neystið er væl útgjørt við øllum hentleikum, sum eitt slíkt neyst og tíðin krevur. Venjingarrúmið er uml. 80 fermetrar og pláss er fyri fimm bátum. Sproyturúmið er 11×5 metrar, so umstøðurnar at gera bátarnar til reiðar eru stak góðar.
[26.04.2009 – Jóhan Heri Joensen]