Leygardagin 9. mai varð skipa fyri eini heilsurenning í Fuglafirði.
Eftir at fyrireikararnir og Hans Pauli Strøm høvdu sagt nøkur orð varð skipað fyri renningini. Byrjað varð við Mentanarhúsið og rennast kundu tveir ymiskir teinar, ávikavist 2,5 og knappar 5 kilometrar
Øll kundu verða við til renningina, bæði tey sum eru von at renna, og tey, ið ikki eru tað Eisini bar til at ganga teinarnar.
Hóast veðrið varð nakað sjaskut, so møtti tó nógv fólk upp. Við í tiltakinum vóru umleið 200 luttakarar – eldri so væl sum ung.
Summi løgdu alla orku í, og runnu so skjótt sum kondiin loyvdi. Onnur gingu teinin, og fingu ein góðan túr úti í frísku føroysku várluftini.
Dagurin er ein rørðsludagur – kappingin kemur í aðru røð.
Táið tann teinur, ein hevði sett sær fyri henda dag, varð rokkin, antin rennandi ella til gongu, kundi heit høvdasúpan keypast inni í Mentanarhúsinum.
Fleiri av luttakarunum søgdu, at hetta var fyri tey ein sera góður dagur.
[10.05.2009 – Jóhan Heri Joensen]