Pauli Øssursson Mohr vann gullnál.

Ein svimjari ið veruliga hevur gjørt um seg í føroyskari svimjing seinastu mongu árini er fuglfirðingurin Pauli Øssursson Mohr.

Fyri  umleið hálvum árið síðani var tað líkasum at tað bar á bógvið at hann møguliga fór at gevast, men ístaðin tók hann enn meira dík á seg og hevur drivið meira á enn nakrantíð.

Til Føroyameistarakappingina í  ár, ið var í mei, vann Pauli tað størsta ein føroyskur svimjari kann vinna í føroyskari svimjing, hann vann gullnálina í 50metra frísvimjing við tíðini 23,44 sek, og var hetta ein forbetran av tí føroyska metinum ið hann hevur forbetra tríggjar ferðir í ár.

Pauli er fyrsti  fuglfirðingur ið nakrantíð hevur vunnið gullnálina í svmjing, tó skal sigast at tveir svimjarar áður hava vunnið gullnálina til Fuglafjarðar Svimjifelag, ávíkavist Elspa Mørkøre og Kári á Høvdanum.

Pauli  hevur samstundis kvalifisera seg til sera nógvar stórar uttanlanda kappingar í ár, t.d. kunnu nevnast :  Heimsmeistarakappingina í Rom ( HM ), Europameistarakappingina fyri Juniorar ( EJM ) í Prag og Oyggjaleikirnar á Álandi, av hesum trimum kappingum hevur hann valt at satsa uppá OYL og EJM.

Sera spennandi verður at fylgja við í summar hvussu fer at gangast 17 ára gamla Paula.

Jón Bjarnason um Paula:
”Gullnál Only”

Ein  sum veruliga hevur prógva at hann kann, er Pauli Ø. Mohr. 0:23,44 í 50m frí finalu, og fyrstur føroyingur undir 23sek í 50m frí (0:22,81 í 4x50m frí liðsvimjing, flúgvandi start) hetta kann vísa seg at gera munin í 4x50frí til OYL.  Pauli hevur tað sum skal til fyri at fáa føroyska sprint frísvimjing at vísa seg frá einari heilt góðari síðu. Nú
skal hann undir 23 sek. sum skjótast. Tí tað er her teir ”stóru” dreingirnir spæla, og so kann alt henda. Ná ja, kanska kemur hann undir 50 sek í 100m frí innan 1. januar 2010?

 

[02.06.2009 – Jóhan Heri Joensen]