Kvøldseta verður fyri Nielesi í Mentanarhúsinum kl 20:00 hóskvøldið tann 11. juni
Millum Kirkjurygg og Ennið býr ein friðar- og fróðarmaður. Hann hevur búð undir Kirkjugjógv og Borgini – á hesum skaldakenda stað, í seksti ár. Niels hevur hoyrt aldargamla tutlið úr Kirkjurygsá, og tá ið veturin hevur sungið sínar vísur, hevur fjalladunið sett sinar hælkoytur í fjallaskalvin ovast uppi. Ei undur í, at maðurin hevur latið úr hondum dygdarverk í orði og ljóði, hevur sæð sólina rísa um Eysturskarð og seta aftan fyri Blábjørg á hásumri.
Tá ið tú kemur um Kirkjurygg, tykist tað okkum, eins og eitt budistiskt tempul er her á leiðini. Hetta tempul rúmar bert einum alheims munki, sum í sinum verumáta, hugsunnarhátti og heimspeki er í sissheimi stóran part av døgninum, og
sigur sína mantru. Tað er okkara Niels, og mantran hansara rúmar nógvum.
Tað byrjaði við Tveimum feitum flugum á mentanarstevnuni 1987, sum LISA skipaði fyri, til Alf Proysen, sum kom út á fløgu í føroyskum búna fyri stuttum við honum og Vár Næs sum sangarar.
Ættin
Niels er fjøllmentaður. Hann kann føra ætt sína aftur til Kleina familjuna í faðirlegg, sum kom av Strondum fyri meira enn 100 árum síðani. Tað vóru 4 systkin av hesi ætt, sum settu seg niður í Fuglafirði – Nicolina, kona Magnus í Lon, kona Gamla Símun, Suffía, Hans Klein, maður Elina(abbasystir), sum búðu á Høvdanum og kona Pól vesturi í Húsi, Poul
Midjord, Kathrina – Stranda Kathrina., langomma Niels. Flestu teirra, sum eru av hesi rót, eru serliga musikølsk her í bygdini t. d. Lonafólkið.
Eg sigi ikki, at Niels ikki hevur fingið okkurt musiskt í móðirlegg av Skálafjørðinum, treyðugt so, men eyðsýnt er tað,
at úr hansara budisttiska lyndi er sprottin ein tónleikamentan , sum hevur givið okkum so nógv, at Himmiríkið rúmar næstan ikki hesum ljóðkátu, tónleika fólkum. Tú kanst nevna eina røð av harmonikuspælarum, sangarum, fólki, sum spæla á onnur ljóðføri, úr hesari ætt. (Sam, Magnus, Evert, Poul Jakku, Heðin, Atli, Stanley, Helgi, Rói o. s. fr.)
Vit og skil
Gott vit og skil skal til tað, sum Niels hevur lagt úr hondum. Hann kann t. d. í orð og tal greiða frá sínari hugsan um pprunan til kingosangin. Hetta er áhugavert at hoyra, og er tað fáur her á landi, sum við síni hugsan, røkkur so langt. Hann veit nógv um svenskan vísusang, alheims arkitektur, list, kristnan átrúna, uppaling og kórsang.
Niels er ein heilagur maður, sum vit hava stóra virðing fyri. Tá vit hava fingið okkum sæti á okkar føstu bríkum í kirkjuni, kemur Niels inn eftir gólvinum. Hóast hann kemur í seinra lag – og tað eigur hann at gera, møtir hann stundisliga, tí vit onnur, sum eru telgd í øðrum líki, skulu, tá ið hann kemur av Kirkjuryggi í kirkjuna, kenna hansara mátt, megi og gloriu. Hetta guddómsríka, sum liggur yvir Nielsi, fáa vit gott av, meðan vit sita í halgidóminum, so er hansara nærleiki ….eitt ævinleika boð av magn og anda… og hetta meini eg bókstaviliga!!!!!
Gittarin og hansara musikalsku evniGittarin er hansara sál. Hann hevur hetta fima í sinum fingrabørnum, sum akta hann, tá ið hann spælir upp á hetta ljóðførið. Hann spælir í barokstíli, ið hann letur kingoløg í henda ljóðsæla dám. Hann rennur við neglunum eftir streingjunum, meðan hann spælir Evert Taube og Alf Proysen ella… bara tað, tá ið hann syngur: Mín blái Fordur, so er hansara námsfrøðiliga snildi í fingrasnippunum lagt í eina legu, sum spinnir sælar tónar og dreymar úr hesum ljóðføri.
Niels dugir eisni at seta út fyri blandað kór. Hann hevur dugnað Fuglafjarðar sangkóri í mong ár, sum basssangari og “ húskomponistur”. Lagið, Himnafaðir, hevur Fuglafjarðar sangkór tikið til sín sum sítt einkarbarn, og dámar okkum væl at syngja hesa mergjaðu yrking av Kristian Osvald Viderø.
Niels spælir es-bass í Fuglafjarðar hornorkestur, og eru teir báðir vorðnir sum stúkan og rekkjuváðin í hesum tónleika umhvørvi. Hetta ger, at Niels í hesum ljóðføri røkkur langt við síni mannahugsan um tónleik og tónleika mentan.
Við sinum lítilætna lyndi hevur Niels givið okkum alsk til vísir, kórsang, horntónleik, kingoløg, Evert Taube, Gunnleif Thomsen og Alf Proysen. Hetta er ein lívgevandi vágur, sum ríkar sinnið dag og dagliga , og vælsignað veri hondin ……. og røddin millum Kirkjurygg og Ennið.
Hjartaliga til lukku við sektsi ára degnum.
Frits
[08.06.2009 ]