Komið er um Jóansøku og náttúran hevur seinastu dagarnar verið sera blíð. Sólin hevur skinið frá bláum himni, og lotið hevur ligið á latu síðuni.
Eysturættirnar eru eisini røttu summarættirnar í Fuglafirði, vanliga fáa vit tá góðveður her á fjørðinum.
Góðveðrið hevur sett ferð á tey arbeiðir sum tørv hava á turki. Fleiri hava nýtt tíðina til at skift tak, málað, arbeitt í urtagarði og annað mangt.
Børnini hava verið nógv uttandura og stuttligt hevur eisini verið at sæð hvussu góðveðrið lívgar øll upp. Nakrar myndir eru her av lívinum á sandinum seinnapartin í dag (sunnudagin).
[28.06.2009 – Jóhan Heri Joensen]