Tú skalt eiga morgindagin

Nýggja  fløgan hjá Niels og Lív, Tú skalt eiga morgindagin, er blivin sera væl móttikin og hevur sett sín dám á føroysku tónleikavinnuna.

Upprunaliga  vóru 400 eintøk gjørd, men eftirspurningurin hevur verið so stórur, at 500 eintøk vóru gjørd afturat, so íalt eru nú 900 fløgur givnar út á marknaðin.

Møguleiki er at ognað sær hesa frálíku fløgu í handlunum kring landið. Ein góð gáva at hava við sær, nú leiðin hjá fleiri gongur uttanlanda fyri at halda summarfríð.

Tak við fløguna við fjálgum bygdasligum hugna, sum í besta týdningi fær heimlongsulin fram í hugan.

Lív  og Niels framførdu á Asfaltfestivalinum í gjákvøldið, og við sjógv á bak, koyrdi Niels síðani norður aftur til  Fuglafjarðar, tí hann skuldi eisini á pall i Mentanarhúsinum, saman við brøðrunum Jonhardi og Róa. (Hann náddi fram til tíðina). Har hann aftur einaferð førdi fram eina perlu, sum eg ikki hevði hoyrt áður.

Niels  og Lív so ómetaliga ymisk, uppá allar mátar, men tó hóskað tey sera væl saman og framúr góðu framførslurnar, geva tær eina føling av at hesi bæði verðuliga hava funnið hvørt annað. (Sum lív plagar at málbera seg).

 

[04.07.2009 – Jóhan Heri Joensen]