Sonni Eliasen og Karina Petersen, sum bæði hava røtur í Fuglafjarðar Svimjifelag, skulu leiða barndómsfelagið gjøgnum komandi kappingarár. Ein nýggjur svimjiskúli skal tryggja felagnum støðuga tilgongd og annars kveikja áhugan fyri svimjing í Fuglafirði.
Lokalar kreftir skulu lyfta venjarauppgávuna í Fuglafjarðar Svimjifelag. Systkinini Sonni Eliasen og Karina Petersen taka við sum venjarar eftir Petur Heðin á Fløtti, sum gavst eftir farna kappingarár.
30 ára gamli Sonni Eliasen hevur verið virkin í Fuglafjarðar Svimjifelag frá barnsbeini av, bæði sum svimjari og venjari. Hetta er tó fyrstu ferð at hann verður høvuðsvenjari hjá felagnum. At hjálpa sær hevur hann systur sína, 29 ára gomlu Karinu Petersen, sum í nógv ár var millum fremstu svimjarar í felagnum. Hon verður fyrst og fremst tekniskur venjari,
umframt at hon skal taka sær av næstbesta liðnum.
Svimjararnir hjá Fuglafjarðar Svimjifelag venja nýggju ferðir um vikuna, harav fýra ferðir í 25 metra hylinum í Klaksvík. Í ár verður uppaftur størri dentur lagdur á styrkivenjingina. Felagið hevur gjørt avtalu við ÍF-kappróður, soleiðis at svimjararnir tríggjar ferðir um vikuna hava styrkivenjing í nýggja kappróðrarneystinum í bygdini.
Talan er um eitt rættuliga ungt lið, har miðalaldurin er 12-13 ár. Elsti svimjari er 17 ára gamli Pauli Ø. Mohr, sum í summar umboðaði Føroyar á Oyggjaleikunum og EJM, umframt at hann skal umboða Føroyar til EM í desember. Av yngru svimjarunum í felagnum hevur 14 ára gamla Poula Ø. Mohr tryggjað sær luttøku til norðurlendsku junior meistarastevnuna, ið somuleiðis verður desember. Eisini eru fleiri av ungu svimjarnum umboðaðir á talent landsliðnum. Síðani farna kappingarár er Kári á Høvdanum fluttur til Ægir at svimja, meðan Hildur á Fløtti er farin til Danmarkar í skúla. Annars er hópurin tann sami.
Svimjiskúli skal kveikja Fuglafjarðar Svimjifelag hevur í summar tikið stig til ein svimjiskúla í bygdini, har børn niður í umleið seks ára aldur kunnu vera við. Endamálið er at kveikja áhugan fyri svimjing, umframt við tíðini at fáa fleiri svimjarar við í felagið. Andrea Eldevig og Durita Eldevig Olsen, báðar lærarar við sergrein í svimjing, standa á odda fyri svimjiskúlanum, sum hevur fingið góða móttøku. Higartil eru umleið 30 børn við í svimjiskúlanum hjá Fuglafjarðar Svimjifelag. Okkurt um 50 til 60 svimjarar eru tilsamans í Fuglafjarðar Svimjifelag í løtuni.