Ein broytt býarmynd

Í  dag, 28 september, er 1 ár síðani standmyndin av Victor Danielsen varð avdúkað, og býurin fekk eitt vakurt fríøki við høvuðsgøtuna.

Nýggja fríøkið broytti býarmyndina.
Um tað er til tað betra ella verra, veldst um eygað sum sær.

Sum  granni til hetta fríøki kann eg í øllum førum staðfesta, at so gott sum dagliga hava fólk í alt summar steðgað á og gjølla kannað framúr góða listarverkið.

Eg helt, at ársdagurin varð eitt gott høvi til at leggja myndir fram av økinum, sum lýstu broytta býarumhvørvið.

1965

2005

2009
Myndin er tikin áðrenn benkurnir komu á økið.

Í hesum føri kunnu vit verðuliga tosa um list á høgum støði.

[28.09.2009 – Jóhan Heri Joensen]