Í januar og februar mánaða hevur myndin av havnalagnum í Fuglafirði verið heldur hugaligari enn hon hevur verið í langa tíð.
Í januar vóru nógvar bunkringar, meðan serliga nógv rávørutilgongd varð til Havsbrún í februar mánaða.
Rættiliga nógv útlendsk skip hava lagt veiðuna upp til Havsbrún.
Føroysk nótaskip hava seinastu 9 mánaðirnar tilsamans einans landað 15.000 tons av fiski til Havsbrún.
Higartil í ár (20. februar) hevur Havsbrún tikið ímóti umleið 30.000 tons av fiski tilsamans. Hetta er frægari enn roknað var við, men kappingin um rávøruna hevur verið hørð.
Øll rávøran er komin frá útlendskum bátum.
[24.02.2010 – Jóhan Heri Joensen]