Á býráðsfundinum 24 juni varð góðtikið at gera ein leigusáttmála við eitt felag undir stovnan til byggjan av einum pelagiskum konsumvirki á havnarlagnum í Fuglafirði.
Kringarpið sigur frá, at stórur áhugi er fyri uppisjóvarvirkinum uttanlands. Grundarlag er fyri einum uppsjóvarvirki afturat í Føroyum og keyparar eru til vøruna.
Áhugin er stórur í øðrum londum. Tað sigur Óli Samró í Farec International, sum hevur gjørt tvey ára sáttmála við Fuglafjarðar kommunu um at fyrireika eitt virki í Fuglafirði, sum skal virka matvørur úr uppsjóvarfiski. Farec International skal eisini útvega fígging til verkætlanina. Óli Samró sigur við útvarpið, at hóast tvey stór uppsjóvarvirki eru í Føroyum, er saktans pláss fyri einum afturat, tí ov mikið av uppsjóvarfiski er á okkara leiðum. Hann sigur, at tvey ár er nóg mikið at fáa greiðu á,. um verkætlanin verður fuglur ella fiskur.
Vónandi fer okkurt at spyrjast burturúr hesi verkætlan, tí neyvan kann hon liggja betri nakra aðrastaðni.
Við munnan á stóru frystitunnlunum – grannin norðanfyri er mjølfabrikkin Havsbrún og sunnanfyri Oljubryggjan.
Vit vilja ynskja verkætlanini blíðan byr.
[28.06.2010 – Jóhan Heri Joensen]