Flugur, Fordur og Flytifuglur á fløgu

Útgávukonsert við Niels Midjord

So verður Bingo bandið til Bingo fløgu!
1.  juli kemur Bingo fløgan út og útgávukonsert við Niels Midjord og øðrum verður í Mentanarhúsinum hetta hóskvøld kl. 20, har fløgan eisini verður at fáa.

Á  jólum í 1987 góvu Niels Midjord og Gunnleif Thomsen eitt band út til frama fyri eitt mentanarhús í Fuglafirði. Bingo bandið var á tremur við skemtiligum sangum, sum skjótt vunnu frama millum føroyingar. Hvør kennir ikki sangirnar Fimm feitar flugur og Mín grái Fordur, umframt aðrar um læknavitjanir, flytifulgar og skrøggarar? Men við nýggju tøknini hevur verið saknur í einari fløgu við hesum frálíka sangbaru løgum, so nú eru teir talgildir, umframt at Niels hevur fingið upptikið nakrar nýggjar sangir á konsert í Mentanarhúsinum. Hesir verða allir útgivnir á fløgu til Varmakeldu. Tutl  stendur fyri útgávuni fyri Mentanarhúsið.

Um upprunan til samstarvið við tekstasmiðin  Gunnleif Thomsen fortelur Niels at hann «kom at kenna Gunnleif, tá eg í
summarfrítíðini plagdi at arbeiða á Havsbrún. Hann lærdi meg sínar vísur, sum eg so brúkti í verskapi millum útisetar í Keypmannahavn, og við góðari eydnu. Seinni komu vit at arbeiða saman um Varmakelduteiti, hann skrivaði, eg sang.»

Bingo bandið hevur sín fyrsta uppruna í  einari mentanarstevnu sum LISA skipaði fyri í Fuglafirði í februar í 1987. Her sang Niels fýra av vísunum hjá Gunnleivi, sum blivu útvarpaðar og beinanvegin vunnu oyra hjá mongum. Vinningurin av hesari stevnuni bleiv til stovnsfæ til eitt felag at arbeiða fyri at fáa eitt mentanarhús til Fuglafjørð. Avgjørt var at arbeiða víðari við at skaffa pening til felagið við at skipa fyri Varmakelduteiti, har Niels aftur sang aðrar vísur hjá Gunnleivi, sum blivu tiknar upp og vóru útgivnar á Bingo bandinum.

Hósdagin 1. juli verður so útgávukonsert við  Niels Midjord í Mentanarhúsinum. Hetta verður ein fjølbroytt konsert, har Helgi Midjord hitar upp við egnum løgum. Síðani trína Niels og onnur á pallin við løgum úr nýggju fløguni. Í steðginum verða myndaupptøkur vístar frá ymsum teitum, sum beinasom fólk hava funnið fram til høvi.

Hetta  verður uttan iva ein hugnalig, stuttlig løta, har vit liva okkum inn í kringluta, skeiva, speiska hugaheimin hjá Gunnleivi gjøgnum stillu, sniðfundigu og fabulerandi framførðsluna hjá Niels í hugnaliga salinum í Mentanarhúsinum, sum Niels sjálvur hevur teknað!

 

[29.06.2010 – Jóhan Heri Joensen]