Erla Kongsdóttir livir so sanniliga upp til navn sítt.
Bátsmanningin hevur í alt summar víst, at tær eru í serflokki. Spennandi hevur verið at fylgt við og ferð eftir ferð eygleitt ein sannan uppvísningsróður.
Á Ólavsøku kom Erlu Kongsdóttir á mál fleiri bátslongdir frammanfyri næstu bátarnar.
Longu undan ólavsøkuróðrinum hevði Erla Kongsdóttir tryggjað sær FM heitið, og Ólavsøkuaftan staðfestu tær so rudduliga, at tær eru so nógv tann besta manningin av 5 mannaførum kvinnur.
Bara nøkur fá tøk vóru tikin, tá ið grøni skuturin stakk seg framum hinar bátarnar, og síðani longdist tað bara.
Á Molanum var leyst millum Erlu Kongsdóttir og hinar bátarnar, og fram við stóru áskoðarafjøldini var talan um sannan uppvísningsróður.
Vit vilja ynskja tykkum tilukku við uppiborna Føroyameistaraheitinum.
Orðatakið sigur:
Aftanfyri ein góðan mann finst altíð ein dugnalig kvinna.
Í hesum føri kunnu vit leggja afturat:
At ein maður kann stýra 6 kvinnum trygt á mál.
Úrsliti av Ólavsøkuróðrinum varð hesin
1 Erla Kongsdóttir 04:50.22
2 Drekin 04:56.17
3 Firvaldur 04:56.20
4 Blikur 04:58.14
5 Havfrúgvin 05:09.19
Endaliga støðan
1 Erla Kongsdóttir 48 (FM vinnari)
2 Drekin 40
3 Firvaldur 37
4 Blikur 28
5 Havfrúgvin 22
[29.07.2010 – Jóhan Heri Joensen]