Edva Jacobsen á ting

Nýggjur tinglimur umboðaði Sambandsflokkin í skrúðgonguni á ólavsøku.

Edva Jacobsen úr Fuglafirði tekur yvir sessin hjá Jaspuri Vang, sum fyribils hevur sagt tingsessin frá sær.

Jaspur  varð fyrr í ár settur í starv sum økisleiðari fyri løgregluna í Suðuroy, og hann metir tí ikki, at hann er førur fyri at røkja bæði størvini og hevur tí valt at fara úr løgtinginum.

Edva Jacobsen  hevur áður havt sæti á tingið, hetta sum varalimur fyri tingfólk í farloyvi. Hon fekk á seinasta løgtingsvali 227 persónligar atkvøður.

 

[02.08.2010 – Jóhan Heri Joensen]