Annan hvítusunnudag var sannur hátíðardagur í Miðstaðarlundini í Fuglafirði; tí hendan dag hevði nýggi presturin í Fuglafirði, Anne Mette Greve Clementsen, saman við kirkjuráðnum, avgjørt at halda gudstænastuna uttandura, nú dagurin rann upp við besta veðri. Og sjálvsagt var vakra miðstaðarlundin rætta plássið til hesa útigudstænastu, sum man vera tann fyrsta av sínum slag, har ein kirkjulig hámessa verður hildin úti undir Guds fría himli.
Jú, væl bar til. Altar bleiv sett upp á miðjum vølli, kirkjuklokkan kallaði fólk á fund, stólar vórðu til tey, ið heldur vildu sita, Fuglafjarðar Hornorkestur spældi fyri kirkjufólkinum í staðin fyri urguna og Fuglafjarðar Sangkór setti eisini sín góða dám á hesa gudstænastu, sum nýggi prestur okkara við sínum trúgvu kirkjutænarum helt undir Guds fría lofti. Um sólin ikki reiðiliga kom til sín rætt, tá ið gudstænastan byrjaði, so skein hon frá einum mildum himli, tá ið gudstænastan endaði.
Jú, kirkjufólkið var – eftir gudstænastuna – á einum máli um, at hetta hevði verið ein øðrvísi kirkjuuppliving í orðsins besta týdningi.
Kelda: fuglafjordur.fo