Løgmaður sendi fríggjadagin 12. avgust øllum stjórnarráðunum eina fráboðan um ikki at samskifta ella samstarva við felagsskapin Sea Shepheard Conservation Society. Fráboðan løgmans er almenna støðan hjá landsstýrinum. Tað er sjálvsagt upp til borgarar, fyritøkur og felagsskapir í Føroyum sjálvi at gera av, hvørja støðu tey hava til hesi viðurskifti.
Fráboðanin er endurgivin her:
“Nú, ið ymsir felagsskapir og miðlar aftur eru farnir at vísa stóran áhuga fyri føroysku grindaveiðini, verður enn einaferð staðfest, at landsstýrið leggur stóran dent á opna samskiftið, talufrælsið og rættin hjá øllum fólkum, bæði í Føroyum og aðrastaðni til at siga sína meining og eisini til at mótmæla á friðarligan hátt.
Landsstýrið hevur tó onga orsøk at samskifta ella samstarva við felagsskapin Sea Shepherd Conservation Society og umboð teirra. Hesin felagsskapur er kendur fyri ein áleypandi framferðarhátt, ið setur bæði mannalív og ogn í vanda.
So seint sum tann 14. juli í ár tóku øll 89 limalondini í altjóða hvalaveiðifelagsskapinum IWC undir við einari samtykt um trygd á sjónum. Í samtyktini endurtaka IWC limalondini, heruppií Danmark vegna Føroyar og Grønland, sína frástøðu frá framferðarháttinum hjá felagsskapinum Sea Shepherd í sambandi við harðliga og vandamikla ágangin ímóti hvalaveiðini hjá Japan í Suðuríshavinum.
Herverk, vandamikil ágangur og villleiðandi kunning hjá Sea Shepherd, undir leiðslu av Paul Watson, hava myndað virksemið hjá hesum felagsskapi í fleiri áratíggju, bæði ímóti Føroyum og ímóti fleiri øðrum londum og samfeløgum, ið liva av havsins tilfeingi. Eyðkent fyri herferðir hjá felagsskapinum er fullkomilig vanvirðing fyri rættindum hjá londum og fólkum kring heimin at gagnnýta náttúrutilfeingi teirra á burðardyggan hátt í samsvari við altjóða lóg og ST samtyktum og yvirlýsingum.
Landsstýrið leggur dent á, at opinleiki, kunning og upplýsing er vegurin fram, soleiðis at álítandi miðlar og fólk allastaðni sjálvi kunnu gera sær eina breiða fatan av tí týdningi, ið grind hevur í Føroyum í dag.