NÁM: Á framløgufundi í Námi í dag vóru nýggju netorðabøkurnar lagdar alment fram. Við skúlaársbyrjan hava allir næmingar og lærarar skúlans fingið ókeypis atgongd til 10, og sum frálíður 13, teldutøkar orðabøkur. Hetta er ítøkiligt úrslit úr samstarvi millum Nám, Sprotan, Orðabókagrunnin og Mentamálaráðið.
– Hetta er lyklin til framtíðar orðabókgerð, siga tey fýra Magnus Tausen, stjóri í Námi, Helena Dam á Neystabø, landstýriskvinna í mentamálum, Sigmund Poulsen, formaður í Orðabókagrunninum og Jonhard Mikkelsen, stjóri í Sprotanum.
Samstarvandi partarnir siga, at hetta er størsta frambrot fyri føroyskt mál og føroyska málmenning. Frambrotið ger tað møguligt at arbeiða við føroyskum, enskum, donskum, týskum, sponskum, italskum og seinni eisini við fronskum og russiskum orðabókum á telduni heima og í skúlanum.