Bill Justinussen mælir í einum nýggjum lesarabrævi til eina serandaliga tilgongd til fiskivinnupolitisku spurningarnar, sum myndugleikarnir standa yvirfyri. Veruleikin er størri enn tað, sum vit menniskju vísindaliga kunnu avdúka, sigur tingmaður Miðfloksins, og tí skulu vit heldur líta á Gud enn fiski- og havfrøðingarnar. Ítøkiligi politiski úrskurðurin er at vit skulu ikki lækka fiskidagatalið og at útróðramenn skulu hava færri avgjøld og skattir at betala. Eg vil ikki gera nakra viðmerking til hendan ítøkiliga úrskurð, men vil heldur viðmerkja grundarlagið, hann byggir á. Hetta vil eg gera, tí eg – sum kristin gudfrøðingur við serligum áhuga fyri samanspælinum ímillum ta átrúnarliga og ta vísindaliga – meti hetta grundarlag vera bæði skeivt og vandamikið.
Bill Justinussen hevur rætt: Munur er á trúgv og vísindi. Trúgv er, á ein hátt, tað at stíga útum tað, vit menniskju vísindaliga kunnu eygleiða og rokna út, kallað av eini yvirnáttúrligari megi, sum kærleiksfult opinberar seg sjálva fyri okkum. Men harvið er tað á ongan hátt sagt, at vísindi onki virði hava ella at vit, sum trúgva, at har er nakað meir enn vísindini duga at síggja, ongan áhuga skulu hava fyri teimum. Tvørturímóti.
Um kristna játtanin, at Gud er skapari himins og jarðar betýður nakað, so betýður hon, at vit sum kristin viðurkenna íborna virðið, sum skaparverkið hevur – eitt virði, sum tað hevur tí tað er skapað av Gudi. Hetta hevur tvey ting við sær, eftir mínum tykki: Fyrst, at vit treytaleyst stuðla vísindaligu granskingini av skaparverkinum. Nógvir av teimum fyrstu nýmótans vísindamonnunum sóu tað sum eina átrúnaðarliga skyldu at granska skaparverkið, tí hendan granskingin peikaði aftur til Skaparan. Hesir vísindamennirnir hugsaðu um skaparverkið sum eitt slag av Guds opinbering, sum skuldi nýtast aftrat hansara opinbering í Bíbliuni. Og Bíblian sigur júst hetta sama, tá ið sálmaskrivarin syngur, “Himlarnir kunngera dýrd Guds, hvølvið ber boð um handaverk Hansara.” (Sálm. 19:2) So, í sær sjálvum hevur skaparverkið, sambært kristnari gudfrøði, stórt virði, tí tað vitnar um skaparan, sum er tess uppruni. Vit, sum eru kristin, eiga tí at virða og stuðla allari vísindaligari gransking.
Síðani, og hetta er tað týdningarmiklari punktið, so leggur játtanin at Gud er skapari heimsins eina álvarsliga moralska skyldu á okkum. Tað eru ikki vit, sum eiga heimin. Gud eigur heimin. Og vit standa tí, sum Guds útvaldu umsjónarfólk ella uppisitarar her á jørðini (her sipi eg til 1. Mós. 1:26), við eini álvarsamari ábyrgd yvirfyri skaparverkinum. Náttúran er ikki okkara at nýta sum vit vilja. Vit mugu altíð vera varin so nýtsla ikki blívur misnýtsla. Í einum kapitalistiskum heimi, fyltur við krevjandi og forvændum stórforbrúkarum, sum hava framkomna tøkni við hondina, gerst okkara moralska ábyrgd álvarsamari enn nakrantíð. Sum kristin eiga vit at gera okkara ítarsta at liva á ein slíkan hátt, so náttúran verður vard og hennara náttúrliga javnvág ikki verður órógvað meir enn allarhægst neyðugt.
Tí er tað óhugnaligt at síggja hvussu kristnir politikkarar samvitskuleyst brúka hugsanina, at tað náttúrutilfeingi, sum føroyingar hava atgongd til, er ein gáva Guds, sum umskyldning grovt at vanrøkja júst hesa gávu. Víst er fiskurin á landgrunninum ein gáva Guds, men hetta betýður ikki at Gud gevur okkum hesa gávu at gera við, júst sum vit vilja. Nei, tvørturímóti. Men tað er júst hendan ábyrgdarleysa hugburðin, vit ferð eftir ferð síggja koma frá kristnum politikkarum í Føroyum. Lesarabrævið hjá Bill Justinussen er bara seinasta dømi um hvussu summi vilja kanna sær signing Guds við tí endamáli beinleiðis at vanrøkja Guds gávur. Tað sigur seg sjálvt, at hetta er djúpt skeiklað.
Um fiskurin veruliga er ein gáva frá Gudi, so átti ótti og bivan at eyðkent hvussu vit handfara hann, tí “fyri alt hetta skal Gud draga teg til dóms.” (Præd. 11:9) Skulu vit gloyma Gud, nú stórar avgerðir skulu takast fiskivinnupolitiskt, spyr Bill Justinussen. Nei, á ongan hátt. Men tað er júst tað, sum Bill Justinussen ger, tá ið hann í sínum lesarabrævið við at máa støði undan vísindaligu granskanini av skaparverkinum, mælir til ómoralska handfaran av Guds gávum.
Við hesum er ikki sagt, at ítøkiligu uppskotini hjá Bill Justinussen, hvørji tey so enn eru, neyðturviliga eru ómoralsk. Tað veit eg ikki og tað veit hann heldur ikki. Hví? Tí vit kunnu ikki vita hvørja ávirkan hesi uppskot hava, um náttúruvísindi ikki sleppa framat at greiða okkum frá tí. Vit standa fullkomiliga á berum uttan vísindaliga gransking. Hetta kann ein seriøsur kristin moralur ikki góðtaka. Sum eg longi havi sagt: Um vit játta, at Gud er skapari heimsins, so er eitt moralskt krav lagt á okkum, um at fara væl um skaparverkið. Tað er í ein týdningarmiklan mun við støði í innlitinum, sum vísindini geva okkum, at vit kunnu gera okkum metingar um júst hvat tað inniber at fara væl um skaparverkið.
Men hesum roynir Bill Justinussen at sleppa sær undan á ein óvanliga sniðfundingan máta: Heldur enn at taka moralsku ábyrgdina og stuðulin til vísindini, rætt fatað kristin trúgv hevur við sær, til sín, so vendir hann kristnu trúnni á høvdið. Gud er ikki longur keldan til moralska ábyrgd og vísindaligt forvitni, men júst tað mótsatta: Gud verður nýttur til at góðskriva moralskt ósketni og vísindaliga fávitsku.
Um Bill Justinussen ger hetta, tí hann ikki veit betur ella tí hann vil vinna sær nøkur politisk stig er ikki gott at vita. Eg vóni tað er fyrra.
Arni Zachariassen, gudfrøðingur og formaður í Dialogos