Á Vágaportalinum 12. august 2011 skrivar Zakarias Wang eina grein, sum ikki kann takast fyri annað enn skemt á høgum støði, har hann førir fram, at kommunurnar stórt sæð bert eru til ampa fyri okkara samfelag, og tí eiga at verða avtiknar.
Sum kunnugt er Zakarias Wang ein av okkara fremstu søgumonnum, ið sum oftast kemur við áhugaverdum sjónarmiðum. Tíverri er meginparturin av hesari greinini dømi um, at sjálvt tey bestu kunnu taka púrasta feil.
Ótrúligir pástandir
Pástandir hansara eru: *at kommunustýrislimir hava mestsum einki at siga, *at avgerðirnar verða tiknar av embætisfólki, *at kommunuskatturin fer upp, uttan at meir fæst burturúr, og *at heildarskatturin veksur, tá fleiri myndugleikar skulu áleggja hann.
Við hesum kemur Zakarias skjótt og elegant til ta niðurstøðu, at “tað er helst best fyri alt samfelag okkara at sleppa av við tað dýrkandi almenna millumliðið, sum kommunurnar eru”.
Sjáldan er nakar við so fáum grundgevingum komin so skjótt til eina so kollveltandi niðurstøðu. Hyggja vit so nærri at grundgevingunum, verður enn verri, tí tær eru heilt burturvið.
Politikarar eru valdir at stýra
At pástanda, at kommunustýrislimir mestsum einki hava at siga, og at embætisfólkini stýra kommununum, er rættiliga áhugavert.
Fyri ein og hvønn politikara, sum verður valdur inn í eitt kommunustýri, er tað ein avbjóðing at taka ábyrgd fyri sínum heimildum sum fólkavaldur.
Tað eru bert veikir politikarar, sum skylda uppá, at tað eru embætisfólkini, sum ráða. Tí mugu vit hava politikarar, sum tora at taka ábyrgd og avgerðir. Hinvegin kunnu veikir politikarar als ikki brúkast sum grundarlag fyri at avtaka kommunurnar.
Kommunurnar skapa framburð
Tey, sum kenna almenna húsarhaldið, vita, at kommunurnar eru munandi dugnaligari enn landið til at taka sær av teimum borgaravendu tænastunum og at fáa nógv burtur úr teimum krónum, sum koma inn í skatti.
Dømini um hetta eru fleiri. Eitt nú tá ið kommunurnar yvirtóku fulla ábyrgd av barnaansingini, og tá ið tær yvirtóku meginpartin av barnaverndarøkinum.
Eisini eru mong dømi um, hvussu tann kommunali myndugleikin – í góðum samstarvi við vinnuligar aktørar í lokalsamfelagnum – hava skapt og skapa framburð og vinnulig framstig, sum alt okkara samfelag byggir á og nýtir gott av.
Tað er tí púra burturvið at pástanda, at vit einki fáa burturúr kommunuskattinum.
Uttan kommunur einki land
Eg havi fleiri ferðir áður ávarað ímóti at avtaka Føroyar sum land við at taka burtur teir grundarsteinar, sum hava bygt, byggja og mynda landið.
Millum hesar grundarsteinar vóru valdømini, sum sentraliserandi kreftirnar her á landi megnaðu at avtaka. Hetta var ómetaliga stórur missur fyri samfelag okkara, ið vit longu nú síggja óhepnar fylgjur av.
Ein annar týðandi grundarsteinur í samfelagsbygnaði okkara eru kommunurnar. Eg fari enn staðiligari at mótmæla øllum álopum á kommunurnar, tað kann prógvast, at tær eru ein týðandi partur av merginum í samfelag okkara.
Zakarias Wang kann ikki annað enn skemta í hesum lesarabrævi.
Latið okkum heldur halda fram at menna kommunurnar til at átaka sær tær borgaravendu uppgávurnar, samstundis sum landsmyndugleikin røkir sína uppgávu sum lóggávuvald og eftirlit.
Tað er best gongda leiðin.
Gunvá við Keldu
Forkvinna í KSF og borgarstjóri í Klaksvík