– Ógvuliga væl skrivað Arni. Øll áttu at lisið tað

 

At vanrøkja gávur Guðs – í Guðs navni rakar mitt í fundamentalistisku kjarnuna: at nýta kristindómin fyri egnan vinning í staðin fyri at nýta seg sjálvan í næstans tænastu.

At kristindómur er kærleiki til Gud og næstan átti at verið  barnalærdómur, men í praksis síggja vit alt ov ofta, at kristindómurin verður nýttur sum skálkaskjól í egnari tænastu og fyri egnan vinning ímóti og upp á nakkan  av næstanum. Onkur hevur formulerað tað soleiðis: At hava Guð í skjøldrinum, men hin grábeinta sum dagliga ráðgeva. Nøkur hava tileinkisgjørt góðar gerningar, sjálvt um vit áttu at havt lisið í Halgubók, at trúgv uttan gerningar er sum likam uttan sál: deyð.

Bill kann sjálvandi meina, hvat hann vil um fiskiskap og annað, men tá hann fyri atkvøður selur Kristus sum ein hokus pokus gandakall, sum við eitt skal byggja tað uppaftur, ið vit við opnum eygum bróta niður, so er hann farin langt longur út, enn hann kann grynna. Guðs gávur kunnu endurskapast í samstarvi við Hann, men kunnu tileinkisgerast í fyrilitarleysari grátigheit. Vit velja sjálv, um vit eru við ella ímóti.

At bróta niður og síðani vísa til; at Guð fer at rudda upp er einki annað enn blasfemi.

Eg las fyri fáa døgum síðani, at fundamentalistiskir prædikumenn høvdu havt til uppgáva at yvirbevísa teir, ið skuldu sleppa atombumbunum, um, at hetta var í Kristi anda, tí so vóru teir lættari at fáa til at fremja gerningin. Stik den.

Og eg las eisini, at ein fundamentalistisk sekt ‘over there’ vísti á, at sorgarleikurin 22. juli var í Kristi anda. Óført.

Og fyri bert at taka eitt aktuelt dømi aftrat, so las eg eisini, at tann eini republikanski kandidaturin  samlaði høgravendar kristnar fundamentalistar at biðja Kristus bjarga dollaranum. Guð hjálpi mær og okkum øllum. Fyrst at sorla økonomiin sundur og síðani  at biðja Guð um at seta seðlapressuna í gongd aftur. Har er eingin munur á Bill og so hesum republikanaranum, ið vil vera forseti.

Øll, ið siga seg vera kristin, áttu at vita, at Gud er Skaparin, ið hevur skapt alt og hevur latið hetta ríkidømi til okkum øll at umsita. Vit áttu eisini øll at vita, at Hann er kærleiki, og at vit eiga at geva henda kærleika til næstan.

Sagt verður í Halgubók, at trøini skulu kennast av fruktunum, og soleiðis eigur tað eisini at vera í okkara lívi. Og soleiðis sæðst eisini munur á m.a. fundamentalistiskum og kærleiksfullum kristindómi, hyggið eftir fruktunum. Og tí stendur eisini skrivað í Halgubók: Ikki øllum, ið kalla meg Harri, Harri vil eg kennast við. Tí tað er ein himmalvíður munur á at lata sum um og so at vera. Lat okkum tí duga á at skyna, hvat ið er rætt, og hvat ið er rangt – og at velja tað rætta. So hjálpi oss Guð.

Dagfinnur Danbjørg