Munnligur fyrispurningur til løgmann um vaksandi arbeiðsloysi í Føroyum
Sambært hagtølunum, sum liggja við Ólavsøkurøðu løgmans, sæst, at arbeiðsloysið í Føroyum er fimmfaldað seinastu trý árini.
Hetta eru tøl, sum áttu at verið viðgjørd í røðuni, saman við einum boði uppá, hvussu landsstýrið ætlaði at venda gongdini. Men tað einasta løgmaður sigur í røðuni um øgiliga arbeiðsloysisvøksturin er, at hann fegnast um, at arbeiðsloysið er lækkað síðani februar í ár.
Fyri tað fyrsta er tað vanligt, at arbeiðsloysið er hægri um veturin enn um summarið, og kann hetta verða ein av orsøkunum til munin millum tølini í februar í ár og juni í ár. Aðrar orsøkir kunnu verða, at tey arbeiðsleysu eru flutt av landinum ella at ferð er komin á byggivinnuna ella aðrar vinnur.
Bara at fegnast um, at talið er lækkað síðani februar og fram til summarið er at fara í so lætt um veruleikan, og at sleppa sær undan at taka ábyrgd av støðuni.
Hvussu høgt arbeiðsloysið í Føroyum er í mun til í grannalondum okkara er avgerandi fyri, um arbeiðsloysið her heima fær fleiri arbeiðsleys at flyta av landinum í mun til, hvussu nógv flyta hendanvegin.
Týðandi er eisini í hesum sambandi um arbeiðsloysið í Føroyum og í grannalondum okkara er innan somu arbeiðsøki.
Tí er spurningurin til Løgmann:
• Hvat ætlar landsstýrið at gera við arbeiðsloysið, sum er fimmfaldað seinastu trý árini?
• Hvørjar avleiðingar heldur løgmaður tað hevur fyri fólkavøkstur, búskaparvøkstur og trivnað, at arbeiðsloysið er so høgt, sum tað er í løtuni?
• Hvussu høgt er arbeiðsloysið í Føroyum í mun til í grannalond okkara.
Annita á Fríðriksmørk