Í samband við at Gøtu skúli er útbygdur og tann nýggi parturin varð tikin í nýtslu á heysti 2010, verður almenn móttøka í kúlanum, fríggjadagin 19. august 2011 frá kl. 13.00 – 15.00.
Í vár samtykti Eysturkommunu býráð, at kommunan skal nýta 1 % av íløgukostnaðum í framtíðini til list. Nýggi útbygningurin í Gøtu skúla, er tann fyrsta íløgan, ið virkar undir hesi skipan. Listamaðurin Tummas Jákup Thomsen hevur gjørt listina, sum skúlin er prýddur við. Hetta arbeiði er eisini liðugt nú, og fær almenningurin høvi at síggja listina fríggjadagin.
Á móttøkuni verður sangur, framførslur, røður eins og tað verður møguligt at síggja skúlan og listina.